Góðan morgun Føroyar

Kvinnulandsliðið: Ein spennandi dystur í kvøld
21-03-2018
Í kvøld spælir føroyska kvinnulandsliðið EM undankappingardyst móti Makedonia. Hetta er triði EM-undankappingardysturin hjá kvinnunum.

Enn hava Føroyar einki stig í EM undankappingini, men tað hevur Makedonia heldur ikki, so tí kann dysturin í kvøld verða sera spennandi. Føroyar hava fyrr spælt í móti Makedonia, og tá taptu tær við bert tveimum málum. Hetta er tó tvey ár síðani, og liðið hjá Makedonia er broytt nakað, sigur Sophus Dal Christiansen, hjálparvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum.

Daniella Joensen og Viviann Petersen, sum spæla við landsliðnum, greiða frá, hvussu hópurin er fyri til dystin í kvøld, og hvat tær vænta. Føroyar hevur tapt hinar báðar EM undankappingardystirnar, sum tær spældu í heyst móti Serbia og Svøríki.

Føroyar skulu longu spæla móti Makedonia aftur sunnudagin, tá er dysturin á útivølli í Skopje í Makedonia.

Dia Midjord, landsliðsvenjari, hevur úttikið hesar 16 spælararnar til báðar EM undankappingardystirnar móti Makedonia:

Vivian Petersen, Selfoss
Fríða Petersen, VÍF
Margit W. Frímundsdóttir, Neistin
Pernille Brandenburg, Vestsyssel
Bjarta O. Johansen, Kyndil
Ninna K. Johansen, DK
Eir M. Berg, Neistin
Tóra Eliasen, Stjørnan
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Liljan Djurhuus, VÍF
Durita J. Christophersen, VÍF
Marianna H. Jacobsen, VÍF
Agnas Olsen, VÍF
Kristianna H. Joensen, Ikast
Marianna G. Eystberg, Kyndil
Bára K. Hansen, Kyndil

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024