- Vit fara eftir at vinna

25.03.2018 - 14:19
ÍtrótturFótbóltur
- Vit fara eftir at vinna
Tað sigur Atli Gregersen, liðskipari á føroyska A-landsliðnum, sum í dag skal spæla dyst ímóti Liktinstein. Nógvar broytingar eru eisini á liðnum

Føroyska A-landsliðið hjá monnum spælir í dag vinardyst í móti Liktinstein. Dysturin er kl. 16.45 føroyska tíð í Marbella í Spania, har landsliðið er á venjingarlegu.

Atli Gregersen, er liðskipari á føroyska landsliðnum, og hann sigur, at teir fara sjálvandi eftir sigrinum, men at nógvir nýggir spælarar fara at royna seg eisini. Hoyr samrøðu við liðskiparan omanfyri. 

Nógvar broytingar á liðnum

Fimm broytingar eru í byrjunaruppstillingini til dystin í dag frá seinasta dysti.

Gunnar Nielsen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard, Kaj Leo í Bartalsstovu og Patrik Johannesen byrja allir á vøllinum. 

Teir avloysa Teitur M. Gestsson, Sonna Ragnar Nattestad, Sølva Vatnhamar, René Shaki Joensen og Brand Hendriksson Olsen.

Patrik Johannesen og Alex Mellemgard spæla fyri fyrstu ferð dyst við A-landsliðnum í dag.

Uppstillingin er hendan:

Gunnar Nielsen

Jónas Tór Næs 

Atli Gregersen 

Oddmar Færø 

Alex Mellemgaard

Kaj Leo í Bartalsstovu

Rógvi Baldvinsson 

Hallur Hansson

Jóan Símun Edmundsson

Gilli Rólantsson Samuelsen

Patrik Johannesen

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628