Eingin spurnartekin við bygnaðin í Betri

27.03.2018 - 15:42
InnlendisVinna
Eingin spurnartekin við bygnaðin í Betri
Eingin setti spurningar til roknskapin ella ársfrágreiðinga, tá Betri samtakið helt aðalfund fríggjadagin.

Hetta hóast tað, dagin áðrenn aðalfundin kom fram, at fyribilsstjórin Bjørn Mortensen fekk 1,7 milliónir krónur fyri at vera í starvi í 77 dagar, tá Suni Schwartz Jacobsen, segði upp.

Nógvur kritikkur hevur verið av bygnaðinum í risasamtakinum, Betri PF, sum hevur ein fíggjarjavnvág upp á 12 milliardir krónur og 3 milliardir krónur í eginogn - peningur, sum tryggingartakarar í Føroyum eiga. 

Tá samtakið keypti EIK Banka, gjørdist landsstýrismaðurin í vinnumálum av álvara stúrin og fór at fyrireika eina lóg, sum skuldi verja milliardirnar av sokallaðum harraleysum pengum. Tað vil siga pengar, sum eingin einstaklingur eigur og hevur ábyrgdina av. 

Ongar spurningar til stjóraløn

35 limir í Umboðsráðnum umboða teir umleið 20.000 tryggingartakararnar, sum eiga PF Samtakið og tær 3 milliardirnar, sum felagið varðar av.

Men eingin av umboðunum hevði nakran spurning til nevndarformannin, Birgir Nielsen, sum dagin áðrenn hevði svarað spurningum í útvarpinum, eftir at tað var komið fram, at fyribilsstjórin í Betri Banka fekk nærum tvær milliónir krónur fyri at røkja stjórastarvið í 77 dagar.

Ein upphædd, sum svarar til 22.000 krónur um dagin, fyri at taka við, tá Suni Swartz Jacobsen, fyrrverandi bankastjóri í Betri, segði starvið frá sær. 

Hetta ávirkaði ikki á nakran hátt aðalfundin, sum var hildin dagin eftir. Formaðurin sjálvur hevði roknað við spurningum, men fundarfólkið hevði ongar.

Eingi krøv til fakligar førleikar

Formaðurin var sitandi. Hann var valdur sum nummar trý av trimum, sum komu í nevndina við 17 atkvøðum. Nummar fýra á listanum var Schandorf Vang við 13 akvøðum. 

Aðalfundurin umboðar eigararnar og velur nevndina, sum skal stýra samtakinum. Umboðsráðið hevur sostatt evstu ábyrgd av milliarda-samtakinum, men eingi krøv eru til tey, sum sita í umboðsráðnum um fakligar førleikar.

Hinvegin hevur tað verið ein trupulleiki, at limir í umboðsráðnum heldur velja seg sjálvar enn fakpersónar í nevndina, tí tey vilja hava samsýningina. Tað sigur Jóhan Petersen, sum hevur verið í limur í umboðsráðnum í 6 ár, og sum hvørt ár leggur eitt uppskot fram um at broyta viðtøkurnar. 

Krevst tol at fáa ting ígjøgnum

Tá broytingaruppskotið hjá Johann Petersen skuldi avgerast, skuldi fundarfólkið siga, um tey vóru fyri. Hetta er enn eitt sermekt eyðkenni fyri milliarda-samtakið, tí tá nevndin sjálv hevði broytingar, skuldi fundarfólkið, sum umboðar eigararnar siga frá, um tey vóru ímóti. 

Tað var eingin - og heldur ikki serliga nógv vóru fyri, tá tað vóru onnur enn nevndin, sum legði fram uppskot.

Tað ber tó til at fáa ting ígjøgnum um man hevur tol, staðfestir Johan Petersen

Fríggjadagin var fyrstu fer, at allir nevndarlimirnir, sum vóru valdir, vóru fólk, sum tilráðingarbólkurin hevði peikað á. Tað fegnaðist formaðurin, Birgir Nielsen um.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010