Meira toskur og meira hýsa

28.03.2018 - 10:53
InnlendisSamfelag
Meira toskur og meira hýsa
Fyri fyrstu ferð í meira enn 10 ár eru ábendingar um, at toska- og hýsustovnarnir undir Føroyum eru við at koma fyri seg aftur

Ábendingina byggir Havstovan á nýggjastu yvirlitstrolingina hjá havrannsóknarskipinum, Magnus Heinason, fyrr í mars mánaði. 

- Enn er ov tíðliga at siga nakað við vissu, men alt annað líka merkir tað, at næstu árini verður ráðiligt at fiska meira av toski og hýsu, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni.

Árligu tilmælini frá Havstovuni plaga at vera dapur lesnaður fyri fiskivinnuna. Seinast, tað var í fjørsummar, mælti Havstovan til at skerja fiskidagarnar hjá línu- og útróðrarflotanum niður í eina helvt, enntá av brúktu døgunum.

Tað var gjørt fyri at verja toska- og hýsustovnin. Men nú eru hesir báðir stovnar í ferð við at koma fyri seg aftur.

Petur Steingrund, fiskifrøðingur, stóð á odda fyri yvirlitstrolingunum, sum vórðu gjørdar frá 8. til 20. mars. Hann leggur dent á, at nýggjastu tølini eru bara eitt lítið, fyrsta stig rætta vegin. Men tølini fáa týdning, næstu ferð Havstovan skal meta um toska- og hýsustovnin.

Tí kann roknast við, at næsta tilmæli frá Havstovuni um toska- og hýsufiskiskapin undir Føroyum ikki verður sami, dapri lesnaður sum undanfarin ár.

Nýggja fiskivinnulóggávan sigur, at 1. januar næsta ár skal heimaflotin fara frá eini fiskidagaskipan til eina kvotuskipan. Eisini skulu umsitingarætlanir gerast fyri fiskasløgini, sum roynt verður eftir undir Føroyum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010