- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meira toskur og meira hýsa
Ábendingina byggir Havstovan á nýggjastu yvirlitstrolingina hjá havrannsóknarskipinum, Magnus Heinason, fyrr í mars mánaði.
- Enn er ov tíðliga at siga nakað við vissu, men alt annað líka merkir tað, at næstu árini verður ráðiligt at fiska meira av toski og hýsu, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni.
Árligu tilmælini frá Havstovuni plaga at vera dapur lesnaður fyri fiskivinnuna. Seinast, tað var í fjørsummar, mælti Havstovan til at skerja fiskidagarnar hjá línu- og útróðrarflotanum niður í eina helvt, enntá av brúktu døgunum.
Tað var gjørt fyri at verja toska- og hýsustovnin. Men nú eru hesir báðir stovnar í ferð við at koma fyri seg aftur.
Petur Steingrund, fiskifrøðingur, stóð á odda fyri yvirlitstrolingunum, sum vórðu gjørdar frá 8. til 20. mars. Hann leggur dent á, at nýggjastu tølini eru bara eitt lítið, fyrsta stig rætta vegin. Men tølini fáa týdning, næstu ferð Havstovan skal meta um toska- og hýsustovnin.
Tí kann roknast við, at næsta tilmæli frá Havstovuni um toska- og hýsufiskiskapin undir Føroyum ikki verður sami, dapri lesnaður sum undanfarin ár.
Nýggja fiskivinnulóggávan sigur, at 1. januar næsta ár skal heimaflotin fara frá eini fiskidagaskipan til eina kvotuskipan. Eisini skulu umsitingarætlanir gerast fyri fiskasløgini, sum roynt verður eftir undir Føroyum.
Tak niður
Sí eisini