- Politisk raðfesting um dálking hjá skipum má til

03.04.2018 - 12:03
InnlendisUmhvørvi
- Politisk raðfesting um dálking hjá skipum má til
Tað sigur Suni Petersen viðvíkjandi skipaflotanum, sum ikki megnar at lúka krøvini um dálking, sum sjófartsfelagsskapurin hjá ST hevur boðað frá

Føroyski skipaflotin megnar ikki, sum er, at lúka krøvini, sum sjófartsfelagskapurin hjá ST hevur boðað frá um minni dálkandi útlát. 

Umhvørvisnevndin hjá IMO, sum er sjófartsfelagskapurin hjá ST, fer at hava fund í London í komandi viku. Á fundinum skal greiðast frá, hvussu skipaflotin kring heimin kann nútímansgerast, so útlátið av dálkandi evnum kann minka.

M.a. mælir Japan til, at útlátið av vakstrarhúsgassi skal minka við 40% til 2030 samanborið við útlátið í 2008. Men Danmark, Belgia, Spania, Ný Sæland og Marshall-oyggjarnar mæla til, at útlátið skal minka við 70% til 2030, og at eingin dálking skal vera frá skipum í 2050. 

Ógjørlig mál

Men vit fara ikki at røkka tí málinum, sigur Suni Petersen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni. 

Slík viðurskifti taka vanliga langa tíð at broyta, og tí væntar Suni Petersen ikki, at Føroyar klára at liva upp til tey krøvini longu í 2030. 

Eingin bindandi krøv

Spurningurin er tí, hvørjar avleiðingar tað kann fáa fyri Føroyar, um slík krøv vera sett til dálkandi evni á skipum, og vit ikki megna at liva upp til ásettu treytirnar. 

Í dag eru eingi bindandi krøv um útlát av vakstrarhúsgassi hjá skipum. Og tað er ikki heilt nøktandi, heldur Suni Petersen. 

Hann sigur tó, at um nøkur ár verður tøknin vantandi ment, og tískil fáa skipini betri fyritreytir at lúka komandi krøvum um at gerast grønari. 

Men politisk raðfesting er sera týdningarmikil, tí uttan krøv hendir einki. 
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887