Skulu skúlabørn sleppa undan føroyskum dansi?

04.04.2018 - 15:58
ListTónleikur
Skulu skúlabørn sleppa undan føroyskum dansi?
Skulu foreldur at skúlabørnum hava møguleika fyri at taka børn síni úr tímunum, tá børnini læra kvæði og at dansa føroyskan dans?

Ella skal hesin møguleikin í fólkaskúlalógini strikast?

Mentamálaráðið skýtur upp at strika henda rættin, sum foreldrini hava í fólkaskúlalógini.

Hetta verður umrøtt í politisku skipanini í løtuni.

 

Bill og Jónleif ósamdir

Teir báðir tingmennirnir, Bill Justinussen og Jónleif Johannesen er ósamdir um málið. 

- Eg haldi at vit altíð skulu hava foreldrini tætt at fólkaskúlanum, og eru tað lærugreinar, sum kom ov tætt at tí rættinum, sum foreldur hava at ala síni børn upp og leggja sína heimsmynd í, so skal man vera varðin, sigur Bill Justinussen

- Við hesum uppskotin haldi eg, at man traðkar inn um. Tí tað eru nøkur foreldur, sum ikki ynskja, at teirra børn luttaka í undirvísingini um føroyskan dans og tað er okkara uppgáva at virða tað sjónarmiðið, sigur Bill Justinussen. 

- Um man vildi, at foreldur skuldi avgjørt, hvat skulin skuldi undirvíst í og ikki, so haldi eg at tað skuldi verið meiri gjøgnumgangandi, sigur Jónleif.

- Sum nú er, er tað bara føroyskur dansur, sum evni, har foreldur kunnu biða um undantaksloyvið. Fyri kristni er hetta eisini galdandi, men tann lærugreinin kemur undir mannarættindini og ST. Eg haldi, at tað er løgið, at bert føroysku dansur, sum evnið, skal fáa eina sersatøðu, sigur Jónleif Johannesen.

- Foreldur eru væl før fyri at meta um, um teirra børn hava gott ella ringt av føroyskum dansi, sigur Bill Justinussen.

- Eg haldi at føroyskur dansur skal verða javnstillað, sum undirvísingarevnið, undir metan í fólkaskúlanum, sigur Jónleif Johannesen. 

 

Orðaskiftið

Jóhann Mortensen settu teimum báðum stevnu í Løgtinginum, um foreldur at skúlabørnum, skulu hava møguleika fyri at taka børn síni úr tímunum, tá børnini læra kvæði og at dansa føroyskan dans.

Lurta eftir orðaskiftinum her. 


 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585