Bastard-etno, neo-klassiskt og filosofiskur rockur

06.04.2018 - 18:24
Lívsstílur
Bastard-etno, neo-klassiskt og filosofiskur rockur
Forkunnug konsert í Norðurlandahúsinum og Tøting um vikuskiftið
Kim Nyberg og Dánjal á Neystabø rigga til í Norðurlandahúsinum
Mynd: Leivur Thomsen  

Um vikuskiftið fara tveir bólkar á pall saman. Hesir eru bólkurin Dánjal, sum Dánjal á Neystabø er oddamaður fyri og Afenginn við Kim Nyberg. Talan er ikki um dupultkonsertir, har tveir bólkar spæla hvør sær - bólkarnir spæla hinvegin hvør síni løg saman, tí talan er um ein bólk, har manningin so at siga er tann sama. Í kvøld, fríggjakvøld, fara bólkarnir á pall í Norðurlandahúsinum kl. 21 og í Tøting í Syðrugøtu leygarkvøldið. Lagt er upp til eina konsertuppliving av tí stóra slagnum, har áhoyrararnir verða leiddir ígjøgnum eitt ríkt kensluspektur, sum fevnir um tað lættari abstrakta við droymandi ljóðflatum til tætt útsettan popp, sum javnvigar í markalandinum millum tað popputa og tað fleirtýdda. Vikuskifti hitti oddamenninar báðar backstage í Norðurlandahúsinum til eitt prát. Hoyr innslagið her

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585