Helena er ósamd við Poul

06.04.2018 - 12:21
InnlendisPolitikkur
Helena er ósamd við Poul
Tingforkvinna í Javnaðarflokkinum, er ikki samd við Poul Michelsen, landsstýrismanni, í, at stevið hjá samgonguni er ein trupulleiki

Helena Dam á Neystabø, tingforkvinna í Javnaðarflokkinum, er ikki samd við Poul Michelsen, landsstýrismanni, í,  at stevið hjá samgonguni er ein trupulleiki.

Poul Michelsen var alt annað enn nøgdur, tá hann í gjár tosaði við Rás2 um stevið hjá samgonguni.

Ónøgdir um raðfestinga av tunlunum

- Tað ber ikki til, at samgongufólk í sjálvdrátti saman við andstøðuni, nærum dagliga koma við nýggjum ætlanum um at bora tunlar. Heldur hetta arbeiðslagið fram, hevur samgongan ongan livandi møguleika at halda fram, segði Poul Michelsen millum annað.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, heldur ikki, at trupulleikin er so stórur, sum Poul Michelsen vil vera við.

- Eg haldi ikki, man skal fokusera so nógv upp á tað. Poul Michelsen mátti rýma úr sínum upprunaflokki, tí at hann ikki fekk undirtøku fyri, at tað var neyðugt at gera nýskipanina, og tað hava nógv onnur verið frustrerað um, sigur hon millum annað.

Eitt tekin um okkurt

Poul Michelsen er serliga ónøgdur við, at samgongulimir - í hesum føri Heðin Mortensen og Kristin Michelsen - løgdu uppskot fram saman við andstøðutinglimum um øðrvísi raðfestingar av tunlum.

Forkvinnan í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum ásannar, at tað er óheppið, at samgongutinglimir ganga aðrar leiðir og ikki halda seg til avtaluna hjá samgonguni. Men hon heldur tó ikki, at hetta er ein stórur trupulleiki.

- Sjálvandi skal man ikki leggja uppskot fram við andstøðuni, men eg haldi, vit skulu taka tað sum eitt tekin um, at vit eiga at hyggja at samlaðu samferðsluskipanini í Føroyum, og hvussu vit kunnu leggja eina heildarætlan soleiðis, at øll føla seg sum ein part av tí samlaðu skipanini, sigur Helena Dam á Neystabø. 

Landsfundurin hjá Javnaðarflokkinum, sum verður í morgin, fer eisini at vera merktur av innanhýsis trupulleikunum, sum Javnaðarflokkurin hevur havt og hevur.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887