Sámal keypt "Mike Stern-gittara"

13.04.2018 - 18:26
ListSniðgeving
Sámal keypt "Mike Stern-gittara"
Hesin er bara tl at hugna sær við á sofuni, sigur Sámal
Sámal Ravnsfjall við sínum nýggja brúkta gittara heima í stovuni á Velbastað
Mynd: Leivur Thomsen  

Á facebook er ein bólkur, har keyp og søla av brúktari tónleikaútgerð fer fram, og tað hendir seg meiri enn so, at okkurt gott tilboð stingur seg upp. Soleiðis var herfyri, tá Sámal Ravnsfjall keypti ein gittara fyri 4000 krónur. Talan er um ein gittara, sum gittarleikarin Mike Stern hevur lagt navn til. Men Sámal ætlar sær neyvan at taka hendan gittaran við út at spæla, tí, sum hann sigur, hevur hann sín trúgva fylgissvein, ein Gibson gittara, sum hann tekur við sær so at siga til hvørt einasta tiltak, hann spælir til. Hesin Gibson gittarin er eftir 11 ár vorðin so slitin, at hol næstan er komið á frontin av tí, at Sámal spælir við plektara. Hendan nýggja brúkta gittaran ætlar Sámal bert at brúka heima á sofuni. Vikuskiftissendingini hitti Sámal ein fagran várdag á Velbastað

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718