Leigulógin skal tryggja tey lesandi

17.04.2018 - 10:28
InnlendisPolitikkur
Leigulógin skal tryggja tey lesandi
Ein broyting í leigulógini skal verja lesandi ímóti at verða koyrd úr sínum leigubústaði í summarfrítíðini.
Mynd: MARK  

Fyri fáum mánaðum síðani kom fram, at smápartafelagið Mark, sum hevur gjørt lestraríbúðir í Marknagili, koyrir tey lesandi út í juli mánað, fyri síðan at leiga íbúðirnar út til ferðafólk. 

Hetta verður gjørt á tann hátt, at tey lesandi stutttíðarleiga íbúðirnar ein part av árinum og koma inn aftur í august.

Gordon Rajani, sum er stjóri í MARK, segði við útvarpi í november, at hendan stutttíðarleigan millum annað varð sett í verk fyri at tryggja teimum lesandi ein so bíligan leiguprís sum møguligt.

Í juli eru íbúðirnar so at finna á heimasíðum við leigumálum til ferðafólk.

Leigari framíhjárætt

Men hesum vil landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, fegin steðga. 

- Man skal tryggja leigarum soleiðis, at tíðaravmarkað leiga ikki er fyri at sleppa sær undan reglunum, sigur Eyðgunn Samuelsen millum annað og leggur afturat, at tær broytingar, sum eru gjørdar í leigulógini, generelt eru fyri at tryggja leigaran í mun til tíðaravmarkaða leigu. 

- Har nágreina vit tað, at um ein leigubústaður verður leigaður út á nýggjum eftir tíðaravmarkaða leigu, so hevur verandi leigari framíhjárætt til tann leigubústaðin, og tá er leiguavtalan ikki longur at meta sum tíðaravmarkað, sigur Eyðgunn Samuelsen. 

Vil tryggja leigaran

Tað merkir, at útleigarin ikki kann stutttíðarleiga til sama persón fleiri ferðir, og hetta er at tryggja leigaran, heldur Eyðgunn Samuelsen.

- Tað er fínt at leiga út tíðaravmarkað, men tað er ikki nakað, sum man ger ferð aftaná ferð við sama leigara, tí so er tað ikki tíðaravmarkað meira, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum.  

Við nýggju leigulógini fær Leigunevndin heimild til at taka mál upp av sínum eintingum, um hon er kunnað um mál, sum ikki eru innan fyri lógarinnar karmar.

Leigulógin liggur í løtuni í trivnaðarnevndini og kemur væntandi til 3. viðgerð áðrenn 25. apríl, tá løgtingið fer í summarfrí.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585