Kjølsvín sýgur spilloljuna í seg

19.04.2018 - 12:08
InnlendisSamfelag
Kjølsvín sýgur spilloljuna í seg
Kjølsvín hevur tann eginleika, at tað bert sýgur oljuna úr kjølinum og spillvatnið liggur eftir, sigur Niels Kári Samuelsen frá Tórshavnar havn

Á hvørjum ári fær Tórshavnar kommuna nógvar fráboðanir um oljudálking á sjógvi. Hesar oljudálkingar vil Tórshavnar kommuna steðga, og tí letur Tórshavnar havn øllum smábátum í kommununi eitt kjølsvín.
Hetta hevur hjálpt væl, sigur Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu, og hetta eigur at minka um upphøddina, sum Tórshavnar kommuna á hvørjum ári setur av til at rudda oljulekar, leggur Turið afturat.

Niels Kári Samuelsen, frá Tórshavnar havn sigur, at sum heild, eru bátaeigarar raskir at brúka hesi kjølsvín.
Eitt kjølsvín dregur spilloljuna, sum lekur frá motorinum niður í kjølin, í seg, og tá kjølsvínið er fult, verður tað tveitt í eina ruskspannn, og bátaeigarin kann so biðja um eitt nýtt svín.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652