Vita einki um næsta skúladag hjá fimm næmingum

18.05.2018 - 13:20
InnlendisSamfelag
Vita einki um næsta skúladag hjá fimm næmingum
Borgarstjórin í Runavík hevur hótt við at senda skúlanæmingar í Eysturkommunu til hús í dag, rindar Eysturkommuna ikki skúlagjaldið fyri teir
Skúlin við Løkin.

Stríðið millum Eystur- og Runavíkar kommunu um, hvør skal rinda fyri skúlagongdina hjá fimm dreingjum úr Gøtu ørkymlar foreldur.

Hvørki skúladreingirnir, sum ganga í skúlanum við Løkin í Runavík, ella foreldur teirra vita, hvussu verður eftir seinasta tíma í dag - um dreingirnir halda fram í skúlanum, ella um hetta er seinasti skúladagur hjá teimum har.

Seinasti skúladagur við Løkin er annars 26.juni.

Poul Nolsøe Sørensen í Norðragøtu er pápi ein av dreingjunum, sum gongur í skúlanum við Løkin.

Hann sigur, at misnøgd við framhaldsdeildina í Fuglafirði er als ikki orsøkin til, at sonur hansara valdi skúlan við Løkin.

Eysturkommuna hevur avtalu við Fuglafjørð um framhaldsdeild, og vil tí ikki gjalda fyri næmingar í skúlum í øðrum skúlum, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri.

Ikki hevur borið til at fingið samband við Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavík.

Hann sigur í brævi til borgarstjóran í Eystarkommunu, at rindar kommunan ikki fyri næmingarnar, sum eru í framhaldsdeildini í Runavík í seinasta lagi í dag, er dagurin í dag teirra seinasti skúladagur har.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851