Joanita og Dánjal eru eitt við tónleikin

18.05.2018 - 18:32
Lívsstílur
Joanita og Dánjal eru eitt við tónleikin
Um vikuskiftið trína tey á pall í Føroyum
Joanita og Dánjal Zachariassen
Mynd: Leivur Thomsen  

Fyri seks árum síðani varð føroyski Dánjal Zachariassen giftur Joanitu úr Uganda. Saman eiga tey eina dóttur. Tey hittust í Danmark gjøgnum tónleikin og eru í dag samstarvsfelagar í tónleiki. Dánjal spælir trummur í bólkinum hjá Joanitu, umframt at hann er fyriskipari og umboðsmaður hjá henni.
Um vikuskiftið trína tey á pall í Føroyum. Júst nú er nýggja lagið hjá Joanitu "Kiwato" komið á ein "DJ top 10" hittlista í Uganda. Hetta hevur við sær, at tey fara til Uganda at spæla konsertir í næstum. Dánjal hevur ongantíð verið í Uganda, eftirsum hann hitti Joanitu í Danmark, har hon hevur búð, síðani hon var barn - og har búleikast tey í dag sum familja.
Foreldrini hjá Joanitu eru úr Uganda, men hóast tað tosar hon ikki so væl sítt móðirmál, sum er "Luganda", ið er annað høvuðsmálið í Uganda við síðuna av enskum. Men kortini syngur hon á hesum máli.
Joanita sigur seg vera kritiska, tá tað snýr seg um trummusláarar í sínum bólki. Dánjal, sum er trummusláarari í bólkinum, sigur, at hann er um at finna tað serliga afrikanska rútmiska stevið, sum hann so blandar við sínum amerikanska / vesturlendska spæli. Vikuskiftissendingin hitt tey bæði til eitt prát ein fagran dag uttanfyri Norðurlandahúsið

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691