Góðan morgun Føroyar

Løgmaður fær sms frá vinmanni, tá málini koma
24-05-2018
Føðingardagsveitslan hjá Fríðriki krúnprinsi verður á Christiansborg slotti leygarkvøldið

Aksel V. Johannesen er boðin í 50 ára føðingardagsveitslu hjá Fríðriki krúnprinsi.

Løgmaður er spentur at sleppa í veitsluna, men hann harmast kortini um, at hon er um somu tíð, sum Champions League-finalan verður spæld.

Dysturin í Kiew er ímillum Liverpool og Real Madrid, og løgmaður er ágrýtin liverpool-fjeppari.

Hann hevur avtalað við ein vinmann, at hann skal senda sms, tá málini koma.

Eg veit tó ikki, um tað fer at bera til at hyggja í telefonina, meðan eg eri í veitsluni, leggur løgmaður skemtandi aftrat.

Løgmaður trýr upp á, at Liverpool fer at vinna finaluna. - Á onkran hátt er tað meant to be, sum hann málber seg.

Gávan til krúnprinsin er keypt. Talan er um eina føroyska gávu, men løgmaður fæst ikki at siga, júst hvør gávan er.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024