Góðan morgun Føroyar

Føroyingar heiðra Ellu Fitzgerald
30-05-2018
Ella Fitzgerald var stundum nevnd the First Lady of Song, onkuntíð Queen of Jazz ella bara Lady Ella

Seinastu árini hevur Tórshavnar Big Band tikið ymisk evni upp.

Ein táttur er at heiðra stórur jazz-sangarar, og hesa ferð eigur Ella Fitzgerald tørn.

Í ár eru 100 ár liðin, síðani hon var borin í heim, vísir Mortan Zachariassen, limur í Big Bandinum, á.

Edith Dahl Jakobsen telist millum sangararnar, sum skulu syngja sangir, ið Fitzgerald, plagdi at syngja.

- Hetta er ikki nøkur løtt uppgáva, viðgongur hon, tí Ella Fitzgerald hevði sín sermerkta stíl.

Hon hevði frálíka intonatión, og so dugdi hon so sera væl at skatta.

Tað er eitt slag av improvisatión, men umframt at melodiur og rútma verða broytt, so verður sungið volapykk.

Fimm kvinnuligir sangarar og ein manligur fara at royna seg.

Vit royna at herma eftir Ellu Fitzgerald, sigur Edith Dahl Jakobsen. Vit lurta væl eftir tónleikinum og leggja okkum so tætt at tí sum gjørligt.

Konsertirnar verða í Norðurlandahúsinum leygardagin 9. juni og í Løkshøll tann 10. juni.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024