Tórshavnar kommuna heldur fast um staðseting

05.06.2018 - 11:43
InnlendisSamfelag
Tórshavnar kommuna heldur fast um staðseting
Tórshavnar kommuna heldur fast um, at frítíðartilboðið á Argjum skal vera í Skúlanum á Argjahamri.
Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur, at kommunan heldur fast í ætlanunum um at skúlin á Argjahamri skal húsa ungdómshúsinum

 

Leiðsla og lærarar í Skúlanum á Argjahamri hava kært Tórshavnar kommunu til Mentamálaráðið, tí tey eru misnøgd um, at kommunan hevur gjørt av, at nýggja ungdómshúsið á Argjum skal halda til í Skúlanum á Argjahamri.

Men Tórshavnar kommuna heldur fast um, at frítíðartilboðið á Argjum skal vera í Skúlanum á Argjahamri.

Sambært trivnaðarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Jóan Petur Hentze, er tað ikki vanligt, at skúla kærar kommununa til Mentamálaráðið viðvíkjandi hølum, sum eru til felags nýtslu.

Ónøgd við avgerðina

Skúlastjórin og námsfrøðiliga ráðið í skúlanum á Argjahamri finnast at ætlanunum og hava kært kommununa til Mentamálaráðið vísandi til § 63 í fólkaskúlalógini, sum sigur:

"Nýtsla av skúlans hølum til annað endamál enn skúlans undirvísing eigur bert at vera í tann mun, tað er í sambæri við skúlans tørv. Avgerð hesum viðvíkjandi tekur kommunustýrið eftir at hava fingið ummæli frá skúlastýrinum og námsfrøðiliga ráði skúlans".

Kommunan kann gera reglur um annað virksemi

Men sambært trivnaðarstjóranum í kommununi liggur § 47 til grundar fyri staðsetingini av ungdómshúsinum í skúlanum á Argjahamri: 

- Tað er eisini ein onnur grein í fólkaskúlalógini, sum er grein 47, har kommunan kann gera reglur um, hvussu annað virksemi enn skúli kann vera á skúlunum, og tað hevur kommunan eisini gjørt, sigur Jóan Petur Hentze og leggur afturat, at ætlanin um at fyrireika eitt frítíðartilboð á Argjum hevur verið á veg í hálvtannað ár við pallborðsfundum og øðrum. 

Men formliga hevur málið ikki verið hoyrt í mun til § 63, sum merkir, at kommunan ikki formliga hevur hoyrt skúlan. 

- Tað skuldu vit kanska havt gjørt, vit hava bara ikki hildið tað vera neyðugt í og við, at vit hava brúkt eina aðra paragraff í fólkaskúlalógini, sigur Jóan Petur Hentze. 

Tilboðið heldur fram

Sambært trivnaðarstjóranum var eingin orsøk til at útseta frítíðartilboðið, hóast skúlin á Argjahamri einans hevur havt tveir dagar at koma við einum hoyringarsvari í málinum.

Trivnaðarstjórin sigur eisini, at hóast hesa kæru, so fer frítíðartilboðið at halda fram, sum ætlað. 

Hoyr samrøðu við Jóan Petur Hentze, trivaðarstjóra í Tórshavnar kommunu, omanfyri. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851