Góðan morgun Føroyar

Upptøkurnar til "Fågelfångarens Son" lidnar
07-06-2018
Síðstu átta vikurnar hevur verið nógv filmsvirksemi vesturi í Vágum. Nú er liðugt, sigur Jan Berg Jørgensen, føroyskur framleiðslustjóri

Fyrst skuldi filmurin, "Fågelfångarens Son," takast upp í ymiskum londum í Evropa, men trupult var at fáa alla fíggingina uppá pláss. Tí varð avgjørt, at gera flest allar upptøkurnar í Føroyum, sigur føroyski filsframleiðarin í verkætlanini, Jan Berg Jørgensen.

Hetta hevur verið ein spennandi tilgongd, og arbeiði í Bø, Gásadali, Koltri og síðan í gomlu komu- og fráfariingarhølunum á flogvøllinum í Vágum, hevur havt fleiri avbjóðingar við sær. Men samanumtikið hevur gingið sera væl við upptøkunum, sigur Jan Berg Jørgensen við morgunsendingina.

- Nú er uppruddinginn eftir, leggur Jan afturat.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024