Tórshavnar Bigband onki musikalskt upplop

08.06.2018 - 18:16
Lívsstílur
Tórshavnar Bigband onki musikalskt upplop
Orkestrið varð stovnað longu í 1972
Tórshavnar Bigband í 1972
Mynd: Brandur Øssursson  

Í sambandi við, at tað í fjør vóru 100 ár liðin, síðani Ella Fitzgerald varð borin í heim, tulkar orkestrið saman við ymsum sangarum løg, sum Ella sang. Dirigentur er íslendski Sigurður Flósason. Konsertir verða í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið og í Løkshøll sunnukvøldið.

Tórshavnar Bigband varð stovnað í 1972. Tað byrjaði við, at Ludvík Breckmann, formaður í Havnar Hornorkestri, um heystið í 1971 savnaði saman eitt orkestur til at spæla til dans í Sjónleikarhúsinum. Til hetta endamál heitti hann á Brand Øssursson og aðrar tónleikarar, sum játtaðu. Eftir eitt væl eydnað dansikvøld í Sjónleikarhúsinum gjørdu tónleikararnir av at halda fram við orkestrinum og settu á stovn Tórshavnar Bigband í januar 1972. Um hetta mundnið varð læraraskúlin bygdur, og orkestrið fekk loyvi til at brúka auluna sum venjingarhøli.

Tórshavnar Bigband vandi fast eina ferð um vikuna í læraraskúlahøllini og spældi til eitt nú til V4 sendingar seint í 70unum, sum vórðu sendar úr sama staði. Annars spældi orkestrið eisini til ymisk titøk hjá virkjum og stovnum. Tórshavnar Bigband var við á Musikkstevnu á Glyvrum í 1976 og í Ítróttarhøllini á Hálsi í 1978 spældi orkestrið, tá ið Dirch Passer undirhelt fyri stúgvandi fullari høll.

Í 1980 kom nýggj manning til, og frá 1984, tá Tórshavnar Jazz Fólka og Blues festivalur varð hildin fyri fyrstu ferð, fór orkestrið gjøgnum árini at spæla á festivalinum við ymsum útlendskum solistum. Vit kunnu nevna Jesper Thilo, Jens Klyver, Eero Koivistoinen, Butch Lacy, Bjarne Thanning og Hohn Højbye.

Tað skuldi ikki verða fyrr enn í 2011, at Tórshavnar Bigband gav sína fyrstu útgávu út. Hetta vóru kend føroysk løg, sum orkestrið hevði spælt við føroyskum sangarum til eitt tiltak í 2009, tá Havnin hevði 100 ára føðingardag sum kommuna. Tað var Magnus Johannesen, sum átti útsetingarnar.

Vit hoyra í hesum innslagnum eitt brot úr einari útvarpssending frá 27. mars 1972. Tá var orksetrið bert tveir mánaðir gamalt. Ívar Iversen var vertur í sendingin. Vit hoyra Tórshavnar Bigband spæla tvey løg, sum vórðu tikin upp í Læraraskúlahøllini í 1972.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851