Fleiri høvdu tikið útbúgving, um skúlin lá í Havn

12.06.2018 - 11:42
InnlendisHeilsa
Fleiri høvdu tikið útbúgving, um skúlin lá í Havn
Tað heldur Bergun Kass býráðskvinna fyri Framsókn, sum vil hava Mentamálaráðið at eftirmeta Heilsuskúlan í Suðuroy

Vit mangla útbúgvin starvsfólk á eldarøkinum í Havn, og tað er ein stórur trupulleiki, sum verður enn størri í framtíðini. Fleiri høvdu helst tikið eina heilsuhjálpara- ella heilsurøktaraútbúgving, um Heilsuskúlin lá í meginøkinum heldur enn í Suðuroy.

Tað heldur Bergun Kass býráðskvinna fyri Framsókn, sum vil hava Mentamálaráðið at eftirmeta Heilsuskúlan í Suðuroy.

Einki hevði verið øðrvísi, um skúlin lá í Havn

Men leiðarin á Heilsuskúlanum, Jórun Petersen, vísir á, at skúlin fær nógvar umsóknir, og tekur so nógvar næmingar inn, sum hann kann. Skúlin er vælvirkandi, og at tað er ein fyrinunur at koma úr vanliga umhvørvinum fyri at mennast og læra, heldur hon.

Hon vísir á, at Heilsuskúlin fær fleiri umsóknir, enn hann hevur møguleikar fyri at taka inn.

Starvsvenjingin er trupulleikin

Í 2017 søktu 51 inn til heilsuhjálpara, og 34 vórðu tikin inn. Í 2018 søktu 44, og 38 fingu pláss. Á Heilsurøktaraútbúgvginini søktu 36 inn í 2017, og einans18 sluppu inn, og í 2018 vildu 25 sleppa at lesa til heilsurøktara, og 18 fingu pláss.

Talið av plássum til starvsvenjing ger av, hvussu nógvar næmingar Heilsuskúlin tekur inn, sigur Jórun Petersen. Hon vísir á, at tað nyttar ikki at fáa nógvar umsøkjarar, um tað ikki eru starvsvenjingarpláss til tey, sum søkja. 

Tað er ein fløskuhálsur í heilsurøktaraútbúgvingini, har tað ikki eru nóg nógv starvsvenjingarpláss á sjúkrahúsøkinum, og hetta hevði ikki verið øðrvísi, um Heilsuskúlin lá í Havn, sigur Jórun Petersen.

Flest suðringar á útbúgvingini

Tøl, sum Tórshavnar kommuna hevur fingið frá Heilsuskúlanum, vísa, at frá 2006 til 2015 hava lutfalsliga nógvir suðuroyingar tikið útbúgving á Heilsuskúlanum í mun til fólk aðra staðni frá.

Á Heilsurøktaraútbúgvginini høvdu eitt nú 96 fólk úr Suðuroy tikið útbúgving sum heilsuhjálpari, meðan hetta talið fyri Suðurstreym var 57, 52 fyri Norðurstreymoy, 88 fyri Eysturoy og 55 fyri Norðoyggjar.

Vælvirkandi skúli

Men leiðarin á Heilsuskúlanum vísir á, at miðalaldurin á skúlanum liggur beint yvir 30 ár. Jórun Petersen sigur, at tað eru nógvir næmingar við børnum, og hon heldur ikki, at skúlin missur ein bólk av ungum foreldrum, tí at skúlin liggur í Suðuroy. 

Hon vísir á, at skúlin er sera vælvirkandi, og at næmingarnir trívast væl. Hetta staðfesti kanning frá 2017 av trivnaðinum hjá næmingum á føroyskum miðnámskúlum eisini. Kanningin vísti, at trivnaðurin var best á Heilsuskúlanum.

Eisini sigur Jórun, at næmingar eru ikki í Suðuroy allar 22 mánaðarnir, sum útbúgvingin varar. Tað eru løgd skúlaskeið 2 og 3 ferðir í útbúgvingini, sum eru millum 11 og 14 vikur.

Hina tíðina eru næmingarnir ofta í miðstaðarøkinum, har flestu starvsvenjingarpláss liggja. 

Hon heldur eisini, at trivnaðarkanningin váttar tað, sum skúlin hoyrir frá næmingunum. Tað er, at tey flestu meta, at tað er ein fyrimunur at flyta seg, tá tey taka útbúgving, tí tað gevur størstu menningina.

Tað kann verða ein størri menning at flyta umhvørvi ella land, fyri so at venda aftur við bæði lívs- og útbúgvingarroyndum, sigur hon.

Mangla starvsfólk á eldraøkinum í Havn

Bergunn Kass, býráðslimur fyri Framsókn í Tórshavnar býráð, sigur, at tað vanta útbúgvin fólk á eldraøkinum í Havn.

- Tað verða 30 % fleiri eldri yvir 80 um 10 ár, og tí mugu vit syrgja fyri, at vit hava so nógv fólk at arbeiða á økinum, sum yvirhøvur til ber, sigur Bergunn Kass.

Hon heldur, at fleiri høvdu helst tikið eina heilsuhjálpara- ella heilsurøktaraútbúgving, um Heilsuskúlin lá í meginøkinum, heldur enn í Suðuroy.

Tí mælir hon eisini til, at Mentamálaráðið eftirmetir Heilsuskúlan í Suðuroy.

- Vit hava longu nú avbjóðingar at fáa starvsfólk til eldraøkið í Tórshavn. Okkum hevði dámað væl, at Mentamálaráðið eftirmetti skúlan í Suðoroy og í hvønn mun, tann íløgan er samfelagsgagnlig við atliti til kjarnuvælferðina, sigur Bergunn Kass og leggur afturat, at hon heldur, at fleiri fólk høvdu tikið útbúgving sum heilsuhjálpari ella heilsurøktari, um skúlin í Miðstaðarøkinum. 

Heilsuhjálparar: útbúgvingin telur - ikki staðsetingin

Útbúgvingin telur mest. Hvar hon verður, er ein politiskur spurningur. Hjálparfólkafelagið hevur nú sagt sína hugsan um ætlaðu hjálparfólkaútbúgvingina.

Felagið sigur í tíðindaskrivi, at sum fakfelag hevur tað stóran áhuga í eini útbúgving til limirnar.

Les meira her: Útbúgvingin telur - ikki staðsetingin

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819