Bussleiðin bara ókeypis hjá borgarum

13.06.2018 - 16:47
InnlendisSamfelag
Bussleiðin bara ókeypis hjá borgarum
Vinnunevndin í býráðnum arbeiðir við einum borgarakorti, sum allir borgarar í Tórshavnar kommunu skulu fáa.

Nú skal bussleiðin í Tórshavnar kommunu ikki longur vera ókeypis hjá øllum - bara hjá borgarum í kommununi.

Ferðafólkatalið veksur, og tað merkist eisini í býarbussunum í Tórshavnar Kommunu. Tað sigur Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu.

- Tað er ein trupulleiki, serliga um summarið, at bussarnir er fullir av ferðafólki og borgarin, sum annars rindar fyri bussleiðina, ikki sleppur við, sigur Bogi Andreasen.

Ein liður í ferðavinnupolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu, sum varð viðtikin fyri jól í fjør, er at fáa eitt borgarakort til allar borgarar í kommununi. 

Borgarakortið skal geva atgongd til ókeypis bussleið. Hini, sum ikki hava kortið, skulu gjalda fyri túrin.

- Vit eru í gongd við at kanna, hvussu tað kann rigga. Tað er soleiðis, at hvør einstakur borgari í Tórshavnar kommunu fær eitt kort ella okkurt á sína smartphone, sigur formaðurin í Vinnunevndini í Tórshavnar kommunu.

- Tey, sum ikki hava tað, gjalda so í bussunum. Hevur tú kort, sleppur tú ókeypis, sigur hann.

Eisini er ætlanin við borgarakortinum, at vinnan skal fáa størri ágóða av borgarakortinum. 

- Tað gongur eisini út yvir aðrar vinnur, at vit hava ókeypis bussleiðis - eitt nú taxavinnuna. Heldur enn at gjalda fyri ein taxabil, so fara ferðafólkini í bussin, sigur Bogi Andreasen, sum væntar, at borgarakortið kann vera við til, at ferðafólkini leggja fleiri pengar eftir sær, tá tey vitja í Havnini. 

Væntandi verður borgarakortið ella líknandi skipan sett í verk til komandi ár. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010