Heðin: Almenna rúmið í Saksun skal víðkast

15.06.2018 - 13:26
InnlendisPolitikkur
Heðin: Almenna rúmið í Saksun skal víðkast
Ferðandi fáa betri møguleika at ferðast í bygdini, samstundis sum bóndurnir skulu skipa ferðavinnutilboð, sigur borgarstjórin í Sunda Kommunu

Sunda Kommuna roynir nú at finna eina loysn fyri ferðavinnuna í Saksun. Almenna rúmið skal víðkast, soleiðis at tey ferðandi fáa betri møguleika at ferðast í bygdini, uttan at ganga inni á lendinium hjá bóndunum í bygdini.

- Og so verður tað upp til bóndurnar at skipa ferðavinnutilboð í bygdini, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri.

Í dag eiga festibóndurnir at kalla alt lendið í Saksun. Nú skulu okkurt um 2000 fermetrar av hesum lendi gerast til alment øki, sum Sunda Kommuna antin keypir ella leigar.

- Á henda hátt skapar kommunan neyðugu karmarnar, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri.

Samstundis sum kommunan - við at víðka sonevnda "almenna rúmið" í Saksum skapar karmarnar - so sigur kommunan seg vera samd við báðar bóndurnar í bygdini um, at tað vera teir, sum sjálvir fara at skapa ferðavinnutilboð í bygdini.

Í ferðavinnupolitikkinum hjá Sunda Kommunu skulu Saksun, Gjógv og Tjørnuvík raðfestast sum ferðavinnuøki næstu trý árini. Fyrstu átøkini í Saksun skulu gerast í ár - men enn er ov tíðliga at siga, hvat hesi átøk fara at kosta kommunukassanum, sigur Heðin Zachariasen.

Hoyr samrøðu við Heðin Zachariasen við at trýsta á pílin undir myndini.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010