- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin
Amerikanararnir "Nile Rodgers", Pharell Williams o.a. vóru gestatónleikarar og -solistar. Farið var eftir einum seint-sjeytiárini soundi, ið Nile Rodgers kundi umboða við sínum royndum frá Chic, Sister Sledge, o.ø.
Eyðkennistónarnar hjá Plátubarrini eru frá einum staklag í 1995, "Da Funk", hjá franska bólkinum "Daft Punk".
Daft Punk er ein elektronisk duett, ið fyrst og fremst ger og spælir sín tónleik á synthezisara. Daft Punk varð stovnaður í 1993 og fyrsta staklagið, The New Wave, var til taks árið eftir, 1994. Fyrsta albumið hjá bólkinum, Homework, har eyðkennislagið eisini er á, varð givið út í 1997 og tilsamans hevur bólkurin gjørt fýra vanlig studioalbum; eina útgávu við uppruna-filmtónleiki, umframt savns- og konsertútgávur. Og tá eru stakløgini ikki nevnd, ið mangan eru ein fortreyt fyri at selja móðurplátuna.
Eftirgjørdu sangljóðini verða gjørd við einum sokallaðum vokodara. Ljóðið verður minni og kensluleysari, júst sum vit kenna tað frá robottum. Tað er líkasum meginreglan hjá Daft Punk, at allur sangur fer gjøgnum ein vokodara, og alt verður spælt við synthezisara. Men á fjórðu útgávuni í 2013 var ætlanin ein heilt onnur. Bæði vokadarar og synthezisarar verða nýttir á "Random Access Memories", men í nógv minni mun enn á undanfarnu útgávum. Her eru tónleikarar, ein ørgrynna av gestasangarum og -intstrumentalistum úr ovastu dygdarskuffu. Ein trummusláari á "Off The Wall" Temaplátuni hjá MJ er við, heimsins kendasti rútmugittaristur, Nile Rodgers spælir á trimum løgum, seks forsangarar taka lut og syngja í flestu førum, sum teir vanliga gera, tó onkur nýtir vokodaran, sum eg kundi lagt afturat er ein av teimum gomlu og ikki ein, sum er innbygdur í ljómborð, ið er tað vanligasta hjá Daft Punk.
Nile Rodgers úr Chic varð uttan iva boðin við, tí útgávan skuldi vera ein kvøða til amerikanska dance-tónleikin í seinnu helvt av 70unum og 80unum, tó vit kunnu siga, at her hittast nútíð og tátíð, og nakað av tí besta kemur burtur úr. Eisini er Europa umboðað við bæði Giorgio Moroder og Kraftwerk-ávirkan.
Temaplátan í Plátubarrini, "Random Access Memories", er ein hittpláta, ið var nummar eitt á øllum teimum vesturlendsku hittlistunum í 2013, einamest tí løgini "Get Lucky" og "Loose Yourself to Dance" eru á henni. Tann millum ungdómin sera kendi Pharell Williams sang bæði hasi. Eg kundi lagt afturat, at ikki øll stakløgini verða tikin við í tematáttin. "Instant Crush" fer at liggja eftir, album-lagið "Motherboard" verður heldur ikki spælt, meðan onnur løg verða stytt nógv - millum annað tí tey antin eru ov drúgv ella í støðum høvdu havt gott av at verið stytt - sambært vertinum, altso.
"Random Access Memories" frá 2013 er ein rættiliga sjáldsom útgáva, tí hon er bæði fyri ung og tilkomin. Hon er modernað, men eisini umboðar hon stílir, ið vóru frammi fyri bæði 30 og 40 árum síðan.