Tað er bert tann eini gittarin

29.06.2018 - 18:30
ListTónleikur
Tað er bert tann eini gittarin
- og hann er føroyskur, ein Bjarnastein nr. 9
Theodor Kapnas í Bloch Studio vð sínum kæra Bjarnastein gittara
Mynd: Leivur Thomsen  

Gittarin, sum letur bólkin Hamferð í tann eftirhondini so eyðkenda gittarhamin, er ein "Bjarnastein nummar 9". Tað er Petur Magnus Bjarnastein, sum eigur og rekur Simme Musikkhús í Havn, ið hevur bygt gittaran í 1999. Eigaramaðurin í dag er Theodor Kapnas, sum er annar gittaristurin í Hamferð. Gittaran keypti hann frá Jón Tyril úr Clickhaze fyri bíligan penga. Vikuskiftissendingin var á gátt í Studio Bloch, har Theodor arbeiðir, at fregnast um, hvussu alt hongur saman í tilgongdini at fáa hendan tjúkka "gittarmúrin" fram í ljóðmyndini hjá Hamferð. Theodor greiðir frá, at tá ið teir taka upp í studio, brúka teir ikki vanligar forsterkarar. Skipanin, sum verður brúkt til tað so umráðandi metal-gittarljóðið í Hamferð, kallast "Kemper". Hetta er ein sonevndur digitalur "guitar profiling amp", ein digital skipan, har tað snýr seg um at kopiera vanligt gittarjóð úr einum forsterkara í skipanina. 

- "Hetta er ein stórur fyrimunur hjá okkum. Vit sleppa undan at dragsa stórar og tungar forsterkarar á pallin, hvørja ferð vit spæla konsertir. Ofta eru ikki meiri enn 10 minuttir at hava ljóðroynd í, og tað einasta, sum skal til fyri at fáa ljóð í Kemper", er at plugga gittaran í, tí ljóðini eru har frammanundan", sigur Theodor Kapnas úr og leggur afturat, at tá teir taka upp, senda teir tónleikin til USA at "reampa" gittarljóðið - t.v.s. at ljóðið verður tikið úr skipanini, koyrt ígjøgnum gittarforsterkarar og tikið upp við mikrofonum. Hoyr samrøðuna her

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010