Granskingargrundað undirvísing krevur fígging

01.07.2018 - 18:38
InnlendisPolitikkur
Granskingargrundað undirvísing krevur fígging
Sambært lógini skal undirvísingin á Fróðskaparsetur Føroya verða granskingargrundað, men tað kostar, ásannar Rigmor Dam, landsstýriskvinna.

Tað er ein fíggjarlig avbjóðing, um øll undirvísing á Fróðskaparsetur Føroya skal verða granskingargrundað, tí tað krevur millum annað at nógv fleiri fólk verða sett í starv. Tað ásannar Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, sum eisini heldur, at ein størri partur av granskingini á Sertinum, skal fíggjast við pengum úr grunnum. 

Mentamálaráði setti í vár ein arbeiðsbólk at greina fíggjarligu stýringina av Setrinum, millum annað við tí Mentamálaráðið vildi hava meira gjøgnumskygni um virksemið á Setrinum. Hetta fyri i betri at kunna meta um tørvin á játtan til Fróðskaparsetrið.  

Sera nógv tilmæli eru í frágreiðingini og eitt av teimum snýr seg um, kravið um, at øll undirvísing skal verða granskingargrundað. Sambært lógini fyri Fróðskaparsetrið er tað eitt krav, at undirvísingin skal verða granskingargrundað. Tað vil siga, at øll starvsfólk sum undirvísa eisini skulu granska, soleiðis at undirvísingin er grundað á gransking. Men hetta kravið er ikki lúkað. Serliga eru tað ikki allir undirvísarar á Sjúkrarøktarfrøðideildini og Námsvísindadeildini, sum granska. Hetta tíð deildirnar áðrenn tær vóru lagdar saman við Setrið, vóru professiónsútbúgvingar.  Orsøkin er bæði at øll starvsfólk ikki uppfylla krøvini um at verða granskarar, men serliga at pengar ikki eru játtaðir til at tey kunnu granska. Økið er sostatt ikki er raðfest nóg høgt fíggjarliga. 

Í frágreiðingini stendur, at skal lógarkravið um 100 prosent granskingargrundaða undirvísing uppfyllast,so hevði tað merkt, at  lønarútreiðslurnar fyri Setrið høvdu verið 15 milliónir krónur hægri. Men hetta er bert um talan er um 100% granskingargrundaða undirvísing, og tað veldst sjálvandi um, hvussu lógarkravið um granskingargrundaða undirvísing skal tulkast, stendur í Ffágreiðingini. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, ásannar, at hetta er ein avbóðing, men vísur eisini á, at tað kann diskuterast, um øll sum undirvísa skulu granska.

Rigmor Dam vísur eisini á, at uttanlanda verður ein størri partur av granskingini fíggja við pengum úr ymsum granskingargrunnum, og hon heldur, at hetta eisini hevði verið ein gongd leið í Føroyum. Tí hevur hon heitt á leiðsluna á Setrinum um at arbeiða við taka støðu til hendan møguleikan. 


 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010