Sjúrður fer nú at ala rognkelsi í Svínoy

bannari
03.07.2018 - 13:34
AktueltVinna
Sjúrður fer nú at ala rognkelsi í Svínoy
Alingin fer fram í gomlu smoltstøðini í oynni, og gevur arbeiði til 5-6 ársverk, sigur Sjúrður Jacobsen, stigtakari
Smoltstøðin í Svínoy varð bygd í áttatiárunum. Nú skal hon brúkast til at ala rognkelsi

Tak niður

Í heyst verður farið undir at ala rognkelsi í Svínoy. Virksemið verður í gomlu smoltstøðini í bygdini, sum Sjúrður Jacobsen keypti frá Bakkafrost fyri góðum tveimum árum síðani. Arbeiði verður til eini fimm ella seks fólk.

-Í fyrstu at løgu er ætlanin at ala eina millión fiskar, sigur Sjúrður Jacobsen, sum hevur fingið tilsøgn um loyvi at ala rognkelsi á landi.

Rognkelsi er ein lítil fiskur, sum etir lús av laksi. Og marknaður er fyri hesum í Føroyum, sambært Sjúrði Jacobsen. Verður alivinnan í Føroyum samanborin við alivinnuna í Norra, sum hevur brúkt rognkelsi í nógv ár, so kann tørvur vera á umleið trimum milliónum rognkelsum at eta lús av laksi í aliringunum herheima.

Sjúrður Jacobsen hevur higartil verið meira ella minni einsamællur við síni rognkelsi-verkætlan í Svínoy. Nú øll loyvi eru komin undir land, skulu íløgur gerast í eina pumpustøð, sum kann pumpa sjógv upp í kørini á smoltstøðini. Eisini skal útgerð keypast til at reinsa sjógvin. Samlaða íløgan er sambært Sjúrði Jacobsen 2-3 milliónir krónur. Nú skal stigtakarin hava ein ella fleiri íleggjarar uppí, og tað hevur Sjúrður Jacobsen góðar vónir um at fáa. Og so verður annars farið ígongd.

-Eg vænti at seta fyrsta yngulin í kørini í heyst, sigur Sjúrður Jacobsen, sum fær yngulin antin frá Fiskaaling í Nesvík ella úr Íslandi. 

Rognkelsis-alingin í Svínoy gevur, sambært Sjúrði Jacobsen, arbeiði til millum fimm og seks ársverk.

Sjúrður Jacobsen er sonur Bjarna Jacobsen, sum bygdi smoltstøðina í Svínoy í áttatiárunum. Tí hevur júst henda rognkelsis-verkætlanin eitt serligt pláss í hansara hjarta, sigur hann.

 

 

 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
Kvørnin: "Voodoo Pop, Son of Fortune
110939
Hósdag 2. juli
Nón 2. juli 2020
110934
Hósdag 2. juli
Helvtin av børnunum fór ella fóru
110930
Hósdag 2. juli
Ein táttur er silvur 1.partur
110923
Hósdag 2. juli
Góðan morgun Føroyar 02.07.2020
110918
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. juli
Úr savninum: Havið ímillum 2:2
110938
Mánadag 29. juni
3-2
110811
Sunnudag 28. juni
Andakt við Jákupi N. Olsen
110748
Sunnudag 28. juni
Møti úr Kedron í Sørvági
110743