Landsstýrið vil røkka heimsmálunum

07.07.2018 - 13:18
InnlendisPolitikkur
Landsstýrið vil røkka heimsmálunum
Landsstýrið fer nú at gera meira fyri, at Føroyar eiga sín part í at røkka teimum 17 heimsmálunum hjá ST.

Í september 2015 settu Sameindu Tjóðir sær 17 mál, ið fevna um heimsins størstu trupulleikar, ið skulu loysast áðrenn 2030.

Tey 17 heimsmálini snúgva seg millum annað um at basa fátækradømi, at veita øllum at mat, rættin til góða heilsu, betri útbúgving, javnstøðu, burðardyggu orku, minni ójavna, veðurlagsátøk og lívið í havninum.

Føroyski leikluturin í samband við tey 17 heimsmálini hevur higartil verið lítil og eingin.

Men landsstýrið fer at seta ein samskipara, sum skal skipa heimsmálini millum aðalráðini og landsstýrisfólkini.

Og ætlanin er at eisini at brúka pengar at fyri at fáa meira kunnandi tilfar og fleiri hagtøl til vega.

Standa seg væl

Føroyar standa seg væl í mun til fleiri av heimsmálunum.

Men lívið í havinum er eitt mál, sum Føroyar eiga í størri mun at stremba eftir.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585