Verjumálaráðharrin skal svara um hernaðarvenjingar

09.07.2018 - 12:23
InnlendisPolitikkur
Verjumálaráðharrin skal svara um hernaðarvenjingar
Magni Arge, fólkatingslimur, vil vita, hvat danski verjumálaráðharrin heldur um hernaðarvenjingarnar, sum Nato hevði í føroyskum fiskiøki.

Føroyskir mynduleikar eiga at fáa boð um hernaðarvenjingar í føroyskum sjóøki. Tað heldur Magni Arge, fólkatingslimur, sum nú hevur sett danska verjumálaráðharran skrivligan fyrispurning.

Í fyrispurninginum spyr Magni Arge Claus Hjort Frederiksen um, hvat danski verjumálaráðharrin heldur um, at Nato 30. juni hevði hernaðarvejingar innan fyri føroyskt fiskimark, har skotið var við skørpum og sum noyddu føroysk fiskiskip at gevast at fiska í økinum, uttan at Nato boðaði føroyskum mynduleikum frá hesum. Magni Arge vil eisini vtia, hvat danski verjumálaráðharrin heldur um, at Arktisk kommandi heldur ikki fekk boð um hernaðarvenjingarnar.

Magni Arge skrivar í grungevingunum fyri fyrispurningin, at hann metir, at venjingin er at vanæra føroyska sjálvræði, tí venjingarnar ganga fyri seg í føroyskum fiskiøki og hann heldur, at tað hevur stóran týdning fyri álitið til danska herin og til Nato, at regglurnar um kunning í Fámjinsskjalinum verða hildnar.

Magni Arge vísur á, at serliga nú, tá áhugin fyri Arktisk er vaksandi, er tað sera týdnignarmikið at føroyksir mynduleikar verða kunnaðir um hernaðarmál og tiknir við politisk í spurningum um hernaðarmál.

Magni Arge, fólkatingslimur væntar at fáa svar frá verjumálaráðharranum í hesi vikuni. 

Les fyrispurningin hjá Magna Arge her.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887