Uttanríkismálaráðið vil kunnast

10.07.2018 - 08:50
InnlendisPolitikkur
Uttanríkismálaráðið vil kunnast
Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur sent danska verjumálaráðharranum mótmæli um manglandi kunning í sambandi við hervenjing herfyri.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið skal kunnast um hernaðarvenjingar, sum Nato hevði í føroyskum sjóøki. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum.

Tí hevur Uttanríkis- og vinnumálaráðið sent danska verjumálaráðharranum mótmæli um manglandi kunning í sambandi við venjing, sum var her næstseinasta vikuskiftið.

Poul Michelsen sigur, at sum heild skulu Føroyar kunnast betur um verjumál. Tí hevur ráðið í fleiri ár arbeitt við at fáa betri samstarv í lag við Danmark, og Poul Michelsen væntar at ein formlig avtala verður liðug í heyst. Uttanríkis- og vinnumálaráðið ynskir eitt samstarv ella eitt slag av trygdarúmið til orðaskifti og kunning um verjumál. Tá Anders Samuelsen, uttanríkismálaráðharri, vitjaði í Føroyum í mai, ásannaði uttanríkismálaráðharrin, at tørvur er á einum slíkum samstarvi, og avgerð var tikin um at arbeiða fram ímóti einari avtalu um betri samstarv, sigur Poul Michelsen. Hann væntar tí, at ein avtala verður undirskriva í heyst. 

Arbeitt leingi við at bøta samstarvið

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur leingi arbeitt við at fáa í lag betri samstarv, sum millum annað skal tryggja betri kunning um verjumál. Í juni 2016 sendi Uttantíkis- og vinnumálaráðið eitt uppskot til táverandi uttanríkismálaráðharra í Danmark, við einari definitión av samstarvinum. Í uppskotinum stendur, at um Danmark fer í kríggj uttan at spyrja Føroyar og uttan at Føroyar eru við í avgerðini um hetta, so er tað Danmark og ikki Føroyar, sum fer í kríggj. Hinvegin skulu Føroyar spyrjast, hoyrast og kunnast um hernaðarátøk sum fara fram í føroyskum sjóøki, og eisini verða við í avgerðum um viðurskifti í okkara øki.

Í november 2017 sendi Uttanríkis- og vinnumálaráðið aftur eitt bræv til danska Uttanríksimálaráðið við einari áheitan um, at fáa í lag eitt betri og skipað samstarv um verjupolitikk. Og tá Anders Samuelsen var í Føroyum í mai, kom verðuliga glið á hetta arbeiðið, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum.

 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584