KÍ møtir sterkari mótstøðu í Evropa League

10.07.2018 - 07:30
ÍtrótturFótbóltur
KÍ møtir sterkari mótstøðu í Evropa League
Hørður Askham hjá KÍ væntar sær harða mótstøðu í kvøld

Klokkan 17.00 í dag spælir KÍ Evropa League dyst móti Zalgiris Vilnius úr Litava.

KÍ hevur vunnið seg víðari til hetta umfarið, Zalgiris var seedað, og tí er hetta teirra fyrsti dystur í hesi kappingini í hesum umfarinum.

Mótstøðuliðið hjá KÍ er sigursvant felag. Teir hava vunnið litavisku landskappingina sjey ferðir.

Frá 2013 til 2016 vunnu teir kappingina í fýra ár á rað. Har afturat hevur felagið vunnið steypakappingina ellivu ferðir.

Felagið hevur tískil stolta søgu, sum gongur langt aftur. Zalgiris kappaðist í sovjettisku kappingini frá 1947 fram til 1989. Besta úrslitið í hesi sera sterku kappingini var í 1987, tá Zalgiris endaði á triðja plássi í ovastu deildini.

Í fjør var Zalgiris í undanumfarinum í Champions league kappingini, har teir møttu bulgarska meistaranum, Ludogorets. Zalgiris vann heimadystin 2-1, men tapti 4-1 á útivølli.

Verjuspælarin hjá KÍ, Hørður Askham sigur, at hann og liðfelagarnir hava sæð sjónbond við dystum hjá Zalgiris, og út frá teimum væntar hann sær harða mótstøðu.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887