Eiga at byggja marghøll í Tórshavn

17.07.2018 - 12:21
InnlendisPengar
Eiga at byggja marghøll í Tórshavn
Annika Olsen heldur, at høvuðsstaðurin eigur at hava eina høll, sum kann hýsa altjóða hondbóltsdystum. Men enn er málið ikki viðgjørt politiskt.

Vit eiga at byggja eina marghøll í Tórshavn, sum kann hýsa altjóða hondbóltsdystum. Tað skjýtur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, upp, nú greitt er, at EM-undankappingardysturin í manshondbólti, sum Føroyar skal spæla ímóti Danmark, ikki kann spælast í Høllini á hálsi, tí høllin lúkar ikki krøvini hjá Evropeiska hondbóltssambandinum, EHF. 

Enn er málið tó ikki viðgjørt politiskt, men borgarstjórin í Havn fer at taka málið upp í samband við, at kommunan fer at leggja fíggjarætlan fyri næsta ár og langtíðaríløguætlanir.

Annika Olsen vísir á, at langhylurin, Tórsvøllur og Golfvøllurin standa fremst á íløguætlanini hjá Tórshavnar kommunu. Langhylurin er mettur at kosta um 100 milliónir, og kommunan fer undir projekteringina í heyst. Kommunan fer eftir ætlan at seta 50 milliónir krónur av komandi ár og 50 milliónir árið eftir.

Í samband við útbyggingina av Tórsvølli, sum kommunan fíggjar saman við FSF, skal kommunan seta 6-8 milliónir krónur av um árið til 2023. 

Annika Olsen heldur, at eitt nú landið eisini kundi verið við til at fíggja ein nýggjan stóran ítróttardepil.

Kanna um Marghøllin í Vági kann brúkast

Áðrenn Evropeiska hondbóltssambandið tekur støðu til, um Marghøllin í Vági kann brúkast til dystin, vil EHF millum annað vita, hvussu høllin kann hitast, um ferðing til Suðuroyar og gistingarmøguleikarnar í Suðuroynni.

Forkvinnan í Hondbóltssambandinum sigur tó á heimasíðuni hjá HSF, at tað verður ein dýr loysn, og hondbóltssambandið hevur ikki fíggingina til at hava dystin í Vági. 

Føroyar eru í bólki við Danmark, Montenegro og Ukraina í EM-undankappingini.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585