EB/Streymur-Skála kvinnur í Champions League

12.08.2018 - 15:20
ÍtrótturFótbóltur
EB/Streymur-Skála kvinnur í Champions League
Føroysku kvinnurnar hava spælt tveir dystir higartil. Týsdagin taptu tær 3-0 móti NSA og fríggjadagin taptu tær 7-0 móti Gintra.

Tak niður

Kvinnuliðið hjá EB/Streymi-Skála spælir í hesum døgum fyri fyrstu ferð í evropeisku meistarakappingini Champions League.

Tær eru í bólki við Gintra úr Litava, NSA úr Bulgaria og FC Honka úr Finlandi.

Allir dystirnir verða spældir í Litava. Føroysku kvinnurnar hava spælt tveir dystir higartil. Týsdagin taptu tær 3-0 móti NSA og fríggjadagin taptu tær 7-0 móti Gintra.

Mathias Davidsen, venjari hjá EB/Streymi-Skála, sigur, at av tí at hetta er fyrstu ferð, at liðið er í Evropa og spælir, vórðu tey ikki greið yvir hvussu sterkari mótstøðu tey fóru at møta.

Hann sigur, at hóast úrslitini ikki hava verið eftir vild, so hevur tað verið ein góð uppliving fyri liðið at verða við í eini sterkari kapping sum hesari.

Seinasti dystur á hesum sinnið verður spældur í morgin tá EB/Streymur-Skála hittir FC Honka úr Finlandi.

EB/Streymur-Skála er niðast í sínum bólki og hevur mist møguleikan at spæla seg víðari.
 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Minnismyndir: Bergtóra Jacobsen (2:2)
104055
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta í Vágs kirkju
105163
Sunnudag 23. februar
Credo: Altjóða kvinnubønardagur.
105116
Leygardag 22. februar
Á Quiztinum - 6. innleiðandi umfar
105136
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Flogbóltur: Mjølnir - SÍ
105160
Leygardag 22. februar
Flogbóltur: SÍ - Mjølnir
105161
Hósdag 20. februar
Hyggjuráðið
105088