Gøtan má raðfestast fremst

17.08.2018 - 11:48
InnlendisSamfelag
Gøtan má raðfestast fremst
Hagapengar í Mykinesi eru brúktir til altartalvu og walkie-talkie. Pól Sundskarð heldur, at gøtan skal raðfestast fyrst.
Mynd: Andrea Ricordi // VisitFaroeIslands  

Higartil eru hagapengarnir í Mykinesi millum annað brúktir til eina nýggja altartalvu og walkie-talkie, sum verða brúkt í sambandi við súluveiðu. 

Men gøtan út í Mykineshólm eigur at verða raðfest fyrst, sigur Pól Sundskarð, sum er ferðaleiðari og eigari av hiking.fo.

Gøtan er í ringum standi, og hon hevur eisini verið stongd fyri allari gongd, tí mett var, at ikki er gangandi út í Mykineshólm. 

Hagapengar brúktir til altartalvu og walkie-talkies

Tað var í mai fjør, at hagastýrini í Mykinesi byrjaðu at krevja pengar fyri ferðafólk, ið vildu ganga túrar í Mykinesi.

Ætlanin hevur verið at brúka ein stóran part av pengunum, sum koma inn við nýggju gjaldsskipanini, til at bøta um gøtuna. 

Men í Dimmalætting í dag stendur, at hagapengarnir í Mykinesi millum annað hava fíggjað eina nýggja altartalvu og walkie-talkie, ið verða brúkt til súluveiðu. 

Enn er ikki greitt, hvussu nógvir pengar eru komnir inn, tí uppgerðin ikki er gjørd enn, sigur Eddie Lauritsen, hagastýrisformaður í Mykinesi. Harafturat sigur hann við Kringvarpið, at ætlanin er at brúka eitt sindur av pengunum til gøtuna, hann veit tó enn ikki nær og hvussu nógv. 

Steðgið allari gongd í tvey ár

Men Pól Sundskarð, sum stendur fyri gjaldskipanini í Mykinesi, sigur, at gøtan má raðfestast fyrst. 

- Mín loysn vildi verið, at man gjørdi gøtuna í ordiliga góðan stand og gav henni frið í eitt til tvey ár, sigur Pól Sundskarð. 

Gøtan skal altso ikki bara gerast í stand. Pól Sundskarð mælir til, at steðga allari ferðslu út í Mykineshólm í eitt til tvey ár. Hann heldur eiheldur, at tað hevði tálmað ferðavinnuni í Mykinesi, um gongdin út í hólmin varð steðgað.

- Mykines er meira enn bara hólmurin. Mykines er ein vøkur oyggj, øll sum hon er. Turistarnir skilja tað øgiliga væl, sigur Pól Sundskarð. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652