Saman um alt - tá lív og virki renna saman

Bárður Dal Christiansen og Fríða Berg
20-08-2018
Bárður og Fríða liva, lesa og virka í Keypmannahavn, men búleikast í løtuni búleikast saman við trimum børnum teirra í Føroyum, har tey njóta stóru arbeiðshølini at skapa list

Parlagið er eitt evni og øki í tilveruni, sum áhugar og upptekur nógv av okkum. Vit lesa, granska, kanna, kjakast og tosa um, hvussu parlagið virkar, og hvussu ein fær tað at rigga á best møguligan hátt.

Nógv, sum eru í parlagi, sammeta sítt parlag við onnur pør, og eru vit støk og ynskja okkum ein maka, hava vit hugsanir um, hvussu hetta parlagið skuldi verið.

Eins mangar hugsanir og ynski, ætlanir, væntanir og dreymar eru í mun til parlagið, eins mong sløg av parløgum finnast. Tí sum kunnugt er tíbetur ongin av okkum líka, og sjálvsagt er tískil eisini ymiskt, hvussu vit menniskju tilvitað og ótilvitað skipa okkara parlív, um vit hava eitt slíkt.

Eg havi altíð verið eitt sindur forvitin um, hvussu fólk skipað lív sítt, og fekk tí hugskotið at fara á rannsóknarferð í parløgum, har partarnir liva og virka privat og fakliga.

Eg helt hetta vera eitt áhugvert evnið at granska, tí er tað ikki ein dreymur at vera felags um alt í lívinum, ella er tað ein romantisk illusión, sum skjótt kann gerast ein marra?

Tað eydnaðist mær at finna trý ymisk pør, sum vildu greiða frá, hvørji fyrimunir og vansar eru við ikki bert at deila tak, innkeyp, reingerð, børn við meira, men eisini fakliga virkið.

Í aðru sending av trimum, hitta vit listafólkini og arkitektlesandi, Bárð Dahl Christiansen og unnustu hansara, Fríðu Berg. Tey liva, lesa og virka í Keypmannahavn, men búleikast í løtuni búleikast saman við trimum børnum teirra í Føroyum, har tey hava leigað listabústaðin hjá Janusi Kamban í Havn, har tey njóta stóru arbeiðshølini at skapa list sína.

Saman um alt - tá lív og virki renna saman

Parlagið er eitt evni og øki í tilveruni, sum áhugar og upptekur nógv av okkum. Vit lesa, granska, kanna, kjakast og tosa um, hvussu parlagið virkar, og hvussu ein fær tað at rigga á best møguligan hátt.  Tað eydnaðist mær at finna trý ymisk pør, sum vildu greiða frá, hvørjir fyrimunir og vansar eru við ikki bert at deila tak, innkeyp, reingerð, børn við meira, men eisini fakliga virkið. Lagt til rættis: Sissal Kampann
Í hesi seinastu av trimum sendingum hitta vit leikstjóran og sjónleikarinnuna, Maritu Dalsgaard og maka hennara, sjónleikaran, Olaf Johannesen
22-08-2018
Bárður og Fríða liva, lesa og virka í Keypmannahavn, men búleikast í løtuni búleikast saman við trimum børnum teirra í Føroyum, har tey njóta stóru arbeiðshølini at skapa list
20-08-2018
Henrik Krag og Biritu Nolsøe liva og virka saman. Tey starvast tey eitt nú terapi og coaching, og so hava tey latið úr hondum bók við heitinum "Fem hjertefølelser".
09-08-2018