Næmingavitjan á filmsfestivali elvt til kjak

05.09.2018 - 12:39
Lívsstílur
Næmingavitjan á filmsfestivali elvt til kjak
- Fólkaskúlanæmingar skulu ikki sendast til ein filmsfestival, sum varpar ljós á kynsligan samleika, heldur ein mamma. Fyriskipararnir eru ósamdir

Eitt facebook-innlegg hjá Gudny Djurhuus Ramsussen hevur gingið sum rótasúpan á sosialu miðlunum hesa vikuna.

Tað snýr seg um eina hending í Norðurlandahúsinum fríggjadagin, tá skúlin sendi dóttrina og fleiri av hinum næmingunum í framhaldsdeildini til minnilutafilmsfestivalin í Norðurlandahúsinum.

Mamman visti av ongum.

Tað var ikki fyrr enn nakrar dagar seinni, at dótturin greiddi frá, hvat hon hevði upplivað.

Mamman heldur, at tiltakið er "ladað", og at talan greitt var um at royna at fáa børnini at hava eina ávísa hugsan um minnilutar og ikki minst um samkynd.

Skúlaleiðslan onga viðmerking

Leiðslan í Eysturskúlanum í Havn, sum sendi næmingarnar til tiltakið, hevur ongar viðmerkingar til málið.

Men tað hava fyriskipararnir av filmsfestivalinum.

Nadia Abraham, festivalstjóri, er púra ósamd við mammuna um, at tiltakið var "ladað".

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584