Letlendsk hús skulu minka um bústaðartørvin

bannari
07.09.2018 - 12:36
AktueltSamfelag
Letlendsk hús skulu minka um bústaðartørvin
Hús úr Letlandi skulu vera við at minka um bústaðartørvin í Føroyum. Tað er ætlanin hjá felagnum Brigadahús, sum smátt er farið til verka.
Tey fyrstu húsini skulu byggjast á hesum grundstykkinum í Kambsdali.
 
 

Tak niður

Hús úr Letlandi skulu vera við at minka um bústaðartørvin í Føroyum.

Felagið Brigadahús, er so smátt farið til verka, og ætlanin er, at fyrstu húsini verða sett upp á Kambsdali fyrst í nýggja árinum. 

- Eg havi ordrar aðrastaðni frá í Føroyum eisini, so tað er sera spennandi, sigur Beinir Nolsøe, sum er  stigtakari til ætlanina.

Húsini verða gjørd sum elementir í Letlandi, og verða síðani flutt til Føroya, har tey verða sett upp.

Alt sum hoyrir til húsini kemur úr Letlandi, og tí er talan um kappingarførar prísir, sigur Beinir Nolsøe Olsen og leggur afturat, at málið er at hava selt 25 hús, tá árið 2019 er liðugt.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mars
Áðrenn Elvis 26 mars 2019
92753
Týsdag 26. mars
Góðan morgun Føroyar 26. mars 2019
92748
Týsdag 26. mars
Løgmanssetrið á Steig
92741
Týsdag 26. mars
Morgunlestur týsdagur 26. mars 2019
92688
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mars
25 minuttir: Linda Mortansdóttir
92545
Mánadag 25. mars
3-2
92725
Mánadag 25. mars
Hondboltur hálvfinala: H71 - VÍF
92677
Sunnudag 24. mars
Andaktin
92675