Góðan morgun Føroyar

Jólakalendarin verður undirvísingartilfar
11-09-2018
Barnaútvarpið hevur í samstarvi við Nám framleitt undirvísingartilfar, sum tekur støði í nýskrivaða jólakalendaranum, Flytifuglar

Tann triðja desember verður nýskrivaði, føroyski jólakalendarin, Flytifuglar, at hoyra í Barnaútvarpinum.

Men børnini sleppa eisini at arbeiða víðari við jólakalendaranum, tá tey fara í skúla.

Barnaútvarpið og Nám hava samstarvað um undirvísingartilfarið, sum tekur støði í tí, ið fer fram í jólakalendaranum. Tilfarið er serliga ætlað miðdeildini.

- Jólakalendarin nemur við nógv ymisk evni og viðurskifti, sum næmingarnir heilt víst kunnu arbeiða víðari við eftir at hava hoyrt jólakalendaran, sigur Marjun Ziskason, sum saman við Gunvá Magnussen hevur framleitt undirvísingartilfarið vegna Nám.

- Ætlanin er, at næmingarnir skulu kunnu brúka jólakalendaran aftur so ella so í fyrst og fremst føroyskum men eisini í heimkunnleika og søgu og samtíð, sigur Gunvá Magnussen.

Tað er Elin á Rógvi, sum hevur skrivað nýggja jólakalendaran. Niclas Johannesen hevur gjørt tónleikin.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024