Óvist um springaraveiðan er burðardygg

12.09.2018 - 14:39
InnlendisSamfelag
Óvist um springaraveiðan er burðardygg
Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, vísir á, at vit ikki kunnu siga við fullari vissu, at springaraveiðan í Føroyum er burðardygg.

At drepa springarar er ikki føroysk siðvenja og skalar okkara útflutning og umdømi úti í heimi. Soleiðis sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingslimur, eftir at 190 springarar løgdu beinini í Hvalvík í gjár.

- Eg haldi, at tað er skeivt. Eg haldi í veruleikanum, at vit stutt og greitt ikki skulu loyva tí frameftir. Mær vitandi, eru tað ikki serliga nógv hagtøl um springarar í Norðuratlantshavinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Ikki vist, um veiðan er burðardygg

Hesum hevur løgtingslimurin fyri so vítt rætt í, tí ikki ber til at siga púra greitt ja ella nei, um springaraveiðan er burðardygg, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur.

Springaraveiðan hevur tikið dik á seg seinastu 20 árini, har umleið 200-300 springarar verða hildnir til árliga. Áðrenn tað vóru í miðal 100 springarar hildnir til, sigur Bjarni Mikkelsen. Men hetta er ikki meira, enn stovnurin tolir, metir hann.

- Sum støðan er í løtuni, so hella vit ímóti at siga, at tann veiðan, vit hava við Føroyar, er burðardygg, og at vit tola ta veiðuna, sigur hann og vísir á, at vit tó ikki kunnu siga við fullari vissu, at springaraveiða okkara er burðardygg.

Nógvar orsøkir til at steðga

Stovnsmetingar og hagtøl eru eitt, men Kaj Leo Holm Johannesen vísir eisini á aðrar orsøkir at steðga við springaradrápi.

- Í marknaðarføringini av okkum sum land, so haldi eg ikki, at tað er optimalt upp á nakran máta, at vit fara at leggja okkum eftir at drepa delfinir, sigur løgtingsmaðurin.

- Vit høvdu nokk eisini hugsað okkum tríggjar ferðir um, um vit nú valdu at drepa pandabjarnir, sigur hann.

Kaj Leo Holm Johannesen vísir á, at delfinir eru marknaðarførdir og brúktir í eitt nú teknifilmum og øðrum, og tískil kennast flest fólk í heiminum við djóraslagið. Tað er eitt sera vánaligt at signal at senda útheiminum, sigur hann. 

Springaradrápið kann provokera útlendsku marknaðirnar

Løgtingsmaðurin hevur tó ikki somu fatan um grindadrápið.

- Eg haldi, at vit skulu verja okkara rætt at drepa grindahval, men undir øllum umstøðum halda okkum frá at drepa delfinir, sigur hann.

Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at springaradrápini kunnu virka sum óneyðug provokatión á útlendsku marknaðunum, sum Føroyar eru treytaðar av. Springaradráp er ikki føroysk siðvenja, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Springaraveiða eitt nýtt fyribrigdi

Lívfrøðingurin sigur somuleiðis, at talan er um eitt nýtt fyribrigdi.

- Vit hava veitt springara týttari tey síðstu 20 árini. Tey fyrstu hagtølini komu í 1872, og áðrenn tað, halda vit, at vit hava hildið springarar til, men allarhelst ikki í stórum tali. Tað er eitt nýtt fyribrygdi í Føroyum, at vit halda springarar til, sigur hann. 

Bjarni Mikkelsen sigur, at springaraveiðan møguliga er orsakað av trimum ymiskum viðurskiftum.

- Tað kundi verið, tí at stovnurin er voksin. Tað kundi verið, tí at útbreiðslan er broytt, og at springarar eru meira norðaliga við Føroyar. Tað triðja kundi verið tøknin, sum nú hjálpir okkum við eitt nú at reka springararnar, sigur Bjarni Mikkelsen. 

Hann roknar við, at eftir at vísindaliga nevndin í NAMCO hevur havt fund í næsta ár, ber til at siga meiri neyvt, um springaraveiðan hjá okkum er burðardygg ella ikki.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585