Meg minnist

Meg minnist: Jákup Mikal Mikkelsen (2:2)
23-09-2018
Jógvan Arge hittir Jákup Mikal Mikkelsen. Onnur og síðsta sending.

Jákup Mikal Mikkelsen á Toftum var sjómaður í 45 ár. 40 ára gamal fór hann á skiparaskúla í Havn. Eftir tað var hann yvirmaður í uttanlandssigling og við fiskiskipum.

Undir krígnum var Jákup Mikal fleiri ár í Íslandi við skipum og bátum, og frá 1947 til 1953 við toftasluppini "Oyrarskeri", sum svágrar hansara Jóhan Fossdalsá og Karl Hansen førdi. Nú fór hann við trolaranum "Havborgini", til hann fór upp á skúla.

Tvey rend var Jákup Mikal við norðmonnum, og tvey ár var hann upp á langfart. Seinni vóru skip hansara "Jógvan Norði" og "Mascot", sum hann stundum førdi. Arbeiðslívið endaði á flakavirkinum Nyki.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023