Fíggjarmálaráðið kannar skattalógina

19.09.2018 - 16:54
Innlendis
Fíggjarmálaráðið kannar skattalógina
Fíggjarmálaráðið fer nú at kanna, um tað ber til at broyta Skattalógina soleiðis, at vissa fæst fyri, at arbeiðstakarar fáa sína løn.

Fiskimannafelagið hevur gjørt mynduleikarnar varugar við, at lønin hjá útlendsku manningini hjá reiðarínum Thor verður útgoldin á eina konto hjá reiðaríðnum, og teir tí ikki kunnu tryggja, at útlendingarnir fáa ta løn, teir hava rætt til.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í Fíggjarmálum, lovar nú at kanna málið.
Í dag er eingin áseting í Skattalógini um, at ein lønarkonto skal vera persónlig.
Fiskimannafelagið metir, at talan er um eitt hol í skattalógini, tí teir kunnu ikki tryggja, at útlendskir fiskimenn fáa ta løn, teir hava rætt til. Og landsstýriskvinnan viðurkennir trupulleikan. Hon hevur heitt á umsitingina í Fìggarmálaránum um at koma við einum uppskoti til eina loysn, sum kann veita vissu fyri, at lønmóttakarar fáa sína løn.
Hans Andrias Kelduberg, reiðari á Thor, segði í Dag og viku í gjár, at hann skilur, at Fiskimannafelagið setur spurningin, um alt fer rætt fram, men hann veitir vissu fyri, at allir fiskimenn hjá Thor eru løntir sambært sáttmálanum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819