Góðan morgun Føroyar

400 statistar og bjargingarfólk í venjing
21-09-2018
Størsta tilbúgvingarvenjingin í Føroyum var mikudagin, har umleið 400 statistar og bjargingarfólk vóru við. Reportasja frá venjingini

Helst størsta tilbúgvingarvenjing í Føroyum, Tjaldur 2018, var mikudagin.

Pallsetingin var, at eitt ferðafólkaflogfar bleiv í lending vrak eystan fyri flogbreytina oman móti vatninum. Bæði skaðastaðið og talið av luttakarum var stórt.

Nakrir av teimum umleið 400 statistunum og bjargingarfólkunum, sum Kringvarpið fekk orðið á aftaná venjingina hildu, at venjingina vera bæði áhugaverda og læruríka.

Vardi hálvan triðja tíma

Tað tók bjargingarfólkunum umleið tveir og ein hálvan tíma at fáa øll fólkini av skaðastaðnum, og tað er nøktandi í mun til, at venjingin varð avmarkað, tí allir stovnar í tilbúgvingini ikki vóru við, heldur Jákup Haraldsen, tilbúgvingarleiðari í Vága Floghavn, og høvuðsfyriskipari.

Nógvir eygleiðarar vóru við í venjingini, tí endamálið er at staðfesta, hvat er í lagi, og hvat eigur at broytast, sigur tilbúgvingarleiðarin í Vága Floghavn.

Ein frágreiðing um venjingina verður liðug í desember.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024