Whiskyverðin er ikki løtt

28.09.2018 - 18:24
Lívsstílur
Whiskyverðin er ikki løtt
Prísirnir fara til himmals
Ymisk sløg av whisky. Í baksýni sæst ein 46 ára gomul Glenfarclas whiskyfløska
Mynd: Leivur Thomsen  

Hetta sigur Rúni Nielsen, whiskyfjeppari. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá honum, har vit prátaðu um No Age Statement (NAS), altso whisky, har ongin aldur er upplýstur, Age Statement (AS), t.v.s. aldur og árgang, umframt hvussu ein á lættan hátt kemur inn í whiskyheimin uttan at noyðast at keypa seg fátækan.

Gongdin í dag er, at goymslurnar við gomlum whisky eru farnar at tømast, tí eftirspurningurin hevur yvirhálað útboðið. Hetta trýstir prísirnar uppeftir, og í mongum førum er prísurin á summum fløskum fleirfaldaður. Gott whisky er næstan ikki keypandi. Men kortini eru ávís sløg, sum eru góð og fáast fyri ein lutfalsliga bíligan penga.

Men tó er Rúni vissur um eitt, sum mangir aðrir whiskyfjepparar eru samdir við honum í: Er man farin at keypa whiskyfløskur, sum kosta yvir 1000 krónur fyri hvørja, er ongin vegur aftur - tá er man av sonnum vorðin fjeppari

 
Er kopiera

Tak niður

Sí eisini

15.12.17
75589
  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858