Lógarbroytingin fer at skaða ferðavinnuna

13.10.2018 - 11:39
AktueltPolitikkur
Lógarbroytingin fer at skaða ferðavinnuna
Lógarbroytingin um meirvirðisgjald á leigubilum, sum verða seldir, fer at gera, at færri ferðafólk koma til Føroya, sigur Árni Olsen
 
 

Tak niður

Fólk, sum ætla sær til Føroya at ferðast, setast aftur, um tey ikki kunnu leiga bil her.

Lógarbroytingin um meirvirðisgjald á leigubilar, sum verða seldir, fer at gera, at færri ferðafólk koma til Føroya.

Tað sigur formaðurin í Ferðavinnufelagnum, Árni Olsen.

Hann heldur, at í staðin fyri at fara eftir leigubilamarknaðinum, øllum sum hann er, átti landsstýrið at farið eftir teimum fáu, sum misbrúka lógina.

Ferðavinnufelagið hevur biðið Fíggjarnevndina um at sleppa til orðanna har.

Ferðavinnufelagið hevur skrivað til Fíggjarnevndina og biðið um fund, tí felagið vil sleppa at siga sína hugsan um ætlanina hjá landsstýrinum at broyta lógina um meirvirðisgjald, so bilasølur skulu gjalda meirvirðisgjald fyri seldar bilar, sum upprunaliga eru skrásettir sum leigubilar.

Uppskotið fær álvarsamar avleiðingar fyri ferðavinnuna, sigur Ferðavinnufelagið.

Útvarpið hevur roynt at fáa viðmerkingar frá bilasølum og bilútleigarafyritøkum.

Eingin, sum vita hava tosað við, vil gera viðmerkingar.

Tó siga fleiri, at lógarbroytingin fer ikki at ávirka tey, tí tey brúka leigubilarnar so mikið leingi.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. februar
Áðrenn Elvis 19. feb. 2019
91411
Týsdag 19. februar
Góðan morgun Føroyar 19. februar 2019
91397
Týsdag 19. februar
LEITISSTEIN 15.02.2019 (Lea Kampmann 1)
91396
Týsdag 19. februar
Morgunlestur týsdagur 19. februar 2019
90856
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. februar
Adam & Eva (3:8)
91271
Mánadag 18. februar
Kotan til kærleika (5:8)
90505
Mánadag 18. februar
Petra skal eiga (1:8)
91267
Mánadag 18. februar
Superheilar - Peter Lund Madsen (3:3)
91264
Mánadag 18. februar
3-2
91375