Landbúnaður á breddan

19.10.2018 - 08:57
InnlendisSamfelag
Landbúnaður á breddan
Í kvøld setir Eiðis kommuna sjóneykuna á landbúnaðin við almennum pallborðsfundi.
Mynd: Heystfagnaður á Eiði á Facebook.  

Í kvøld klokkan seks setir Eiðis kommuna landbúnaðin á breddan við almennum pallborðsfundi, har umboð fyri allar flokkar fara at skifta orð um, hvussu landbúnaðurin í Føroyum eigur at skipast av nýggjum.

Jógvan í Skorini, borgarstjóri og vertur fyri tiltakinum sigur, at landbúnaðurin hevur uppiborið nógv størri rúmd í almenna orðaskiftinum, eins og í hugaheiminum hjá politisku skipanini. Hoyr samrøðu við Jógvan í Skorini omanfyri.

Við pallborðið í Mentanarhøllini í kvøld sita Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum, Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum, Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum, Jógvan Skorheim úr Sjálvstýri, Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, Jenis av Rana úr Miðflokkinum og Hanna Jensen umboðandi Framsókn.

 
Er kopiera

Tak niður

Sí eisini

17.10.15
47639
  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652