Tórshavnar kommuna vil langtíðarútleiga grundøki

24.10.2018 - 14:18
InnlendisSamfelag
Tórshavnar kommuna vil langtíðarútleiga grundøki
Fyritøkur, sum ætla at byggja íbúðir, skulu sleppa undan at keypa grundøki í Tórshavnar Kommunu. Ístaðin skulu tær kunna langtíðarleiga økið.

Tórshavnar Kommuna søkir nú um at fáa loyvi at leiga fyritøkum grundøki at byggja á, skrivar Sosialurin.

Tað merkir, at fyritøkur, sum ætla at byggja íbúðir, kunnu sleppa undan at keypa grundøki í Tórshavnar Kommunu. Heldur kunnu fyritøkurnar langtíðarleiga grundøkið.

Hetta kann geva fleiri borgarum tak yvir høvdið, sigur borgarstjórin, Annika Olsen.

Prísurin á grundøki er ein stór forðing, tá privatar fyritøkur skulu byggja íbúðir at leiga út, sigur borgarstjórin í Havn.

Kommunan hevur søkt Heilsu- og Innlendismálaráðið um at taka stig til at broyta lóggávuna soleiðis at kommunur kunnu leiga grundøki út heldur enn at selja. 

Annika Olsen væntar, at hóast byggilendið verður útleigað heldur enn selt, so verður hetta ein fíggjarligur vinningur fyri kommununa.

Tórshavnar Kommuna sigur í umbønini til Heilsu- og Innlendismálaráðið, at fólkatalið í kommununi er vaksið við yvir túsund fólkum síðan 1. juli 2015. Og bara seinasta árið er fólkatalið vaksið við 449 borgarum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819