Føroyskt forsetatoymi í UNR

31.10.2018 - 14:10
InnlendisPolitikkur
Føroyskt forsetatoymi í UNR
Føroyar hava á fyrsta sinni fingið forsetasessin í Norðurlandaráðnum fyri ung, Ungdommens Nordiske Råd, sum tað eitur.
Forsetatoymið í UNR. Anna Falkenberg úr Unga sambandinum er nýggjur varaforseti, og Barbara Gaardlykke Apol er nýggjur forseti í UNR.

UNR-ráðstevna hevur verið í Oslo um vikuskiftið, og tá varð Barbara Gaardlykke Apol frá ungmannafelagnum Sosialistiskum ung vald nýggjur forseti. Tað er hon í eitt ár.

Umframt tað varð Anna Falkenberg frá Ungmannafelagnum Samband vald til varaforseta.

Tað var ein fegin Barbara, sum prátaði við Rolant Waag Dam í tíðindunum á middegi. Barbara greiddi frá, at nýggja føroyska forsetatoymið eisini hevur við sær, at Føroyar fáa eina rødd í formansskapinum í Norðurlandaráðnum. 

Forsetin í UNR hevur ein fastan sess í formansskapinum, og sostatt hevur formaðurin beinleiðis ávirkan á formansskapin, greiddi Barbara Gaardlykke Apol.

Hoyr samrøðu við nýggja forsetan omanfyri.

UNR er eitt ráðgevandi ráð hjá Norðurlandaráðnum ,og hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at UNR hevur føroyskan forseta. 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652