Reyði Krossur: Vit fáa klæðir, sum eru burturkast

03.11.2018 - 14:43
InnlendisSamfelag
Reyði Krossur: Vit fáa klæðir, sum eru burturkast
Formaðurin í Reyða Krossi, Jóannes Eidesgaard, vil hava, at fólk hugsa seg betur um, tá tey lata klæðir til felagsskapin

Reyði Krossur brúkar alt ov nógva orku uppá at skilja skitin og skrødd klæðir og koyra tey á brennistøðina.

Tað sigur formaðurin Jóannes Eidesgaard, sum nú hevur gjørt eina lýsing, sum sæst á eitt nú facebook um dagarnar.

Í lýsingini heitir formaðurin á føroyingar, sum vilja lata klæðir til felagsskapin, um at lata rein klæði, sum eru løgd pent saman, og sum ikki eru skrødd. Stutt sagt - klæðir, sum eru verd at selja ella at geva víðari.

Okkurt sum kemur inn til Reyða Kross er beinleiðis burturkast, sigur Jóannes Eidesgaard.

Reyði Krossur fær umleið 200 sekkir av klæðum inn um vikuna, og tað er eitt stórt arbeiði at skilja øll klæðini

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858