Gera ikki nýggjar sáttmálar við útlendsk fakfeløg

08.11.2018 - 13:07
InnlendisSamfelag
Gera ikki nýggjar sáttmálar við útlendsk fakfeløg
Málsøkið hevur verið føroyskt burturav síðani 1948, sigur formaðurin í Føroya arbeiðsgevarafelag, Bogi Jacobsen:
Bogi Jacobsen, formaður í Føroya arbeiðsgevarafelag.

Flogternurnar hjá Atlantic Airways eru farnar úr Starsvmannafelagnum og upp í danska felagið FPU, Flyvebranchens Personale Union.

FPU hevur biðið Føroya arbeiðsgevarafelag um samráðingar um nýggjan sáttmála. Men tær samráðingar verða ikki.

Starvsmannafelagið longdi tó í heyst sáttmálan hjá flogternunum við Arbeiðsgevarafelagið í eitt ár.

Í setanarskrivinum hjá flogternunum stendur, at tær eru løntar sambært sáttmála við Starsvsmannafelagið.

Tann sáttmálin er galdandi í eitt ár afturat.

Og hann er galdandi fyri flogternurnar sum einstaklingar eru tær ikki limir í Starvsmannafelagnum.

Atlantic Airways er limur í Føroya arbeiðsgevarafelag

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652