Gera enn eina roynd at fáa orð á arbeiðsgevarar

13.11.2018 - 11:45
InnlendisSamfelag
Gera enn eina roynd at fáa orð á arbeiðsgevarar
Thilde Waast, forkvinna í FPU, Flyvebrancens Personale Union, hevur ikki mist vónina enn um samráðingar:
Tey, sum arbeiða um borð á flogførunum hjá Atlantic Airways, vilja vera í einum felag, sum veit nógv um flogvinnuna.

Danska felagið FPU ætlar at gera enn eina roynd at tosa við Føroya arbeiðsgevarafelag um flogternurnar hjá Atlantic Airways.

Arbeiðsgevarafelagið vil ikki samráðast við útlendsk fakfeløg. 

Málsøkið arbeiðsmarknaður er føroyskt burturav, sigur felagið.

Farnar upp í FPU
Flogternurnar hjá Atlantic Airways eru farnar úr Starsvmannafelagnum og upp í danska felagið FPU, Flyvebranchens Personale Union.

FPU hevur biðið Føroya arbeiðsgevarafelag um samráðingar um nýggjan sáttmála. Men Arbeiðsgevarafelagið ger ikki sáttmálar við útlendsk fakfeløg.

Starvsmannafelagið longdi í heyst sáttmálan hjá flogternunum við Arbeiðsgevarafelagið í eitt ár.

Í setanarskrivinum hjá flogternunum stendur, at tær eru løntar sambært sáttmála við Starsvsmannafelagið.

Og hann er galdandi fyri flogternurnar sum einstaklingar, eru tær ikki limir í Starvsmannafelagnum.

Tær eru allar farnar úr Starvsmannafelagnum.

Atlantic Airways er limur í Føroya arbeiðsgevarafelag.

Eisini flogskiparar

Tað ræður um at vera í einum felag, sum veit nakað um flogvinnuna. 

Tað ger einki fakfelag í Føroyum, men tað ger danska felagið FPU.

Tað sigur Flogskiparafelag Føroya, sum eisini er í FPU, Flyvebranchens Personale Union.

Tað er heilt natúrligt, at vit vilja vera limir í einum fakfelag, sum umboðar starvsfólk á flogførum. 

Stórur partur av flogmonnunum i Norðurlondum eru limir í FPU, sigur Flogskiparafelagið í kunning.

Tað verður Flogskiparafelag Føroya, sum fer at samráðast um sáttmála, tí felagið kennir best umstøðurnar hjá flogmonnum í Føroyum.

Ráð og serkunnleiki

FPU fer at ráðgeva og stuðla við sínum serkunnleika og halda skeið. 

Hetta hevur Flogskiparafelagið ikki orku til einsamalt.

Flogskiparafelagið vil eisini vera limur í IFALPA, sum er altjóða fakfelag fyri flogskiparar.

Skal tað bera til, er limaskapur í FPU einasti møguleiki, sigur Flogskiparafelagið.

Flogskiparafelagið og Arbeiðsgevarafelagið gjørdu í vár nýggjan sáttmála, sum er galdandi til 31.mars næsta ár.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010