- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- At byrja við var tað møtumikið, og har var nógv, sum vit máttu seta okkum inní. Vit vistu so lítið um sjúkuna.
Soleiðis sigur Mai Simonsen. Fyri tveimum árum síðani fekk dóttir hennara, sum í dag er 12 ára gomul, staðfest diabetes týpu 1.
Sostatt er hon millum teir umleið 25 føroyingarnar, sum er undir 18 ár og hava diabetes.
- Tað ávirkar okkum øll, at hon hevur diabetes, men sjálvandi eisin hana sjálva. Eitt nú vil hon fegin fara einsamøll til Suðuroy at spæla hondbólt, men tað tori eg rætt og slæt ikki, tí eg havi ikki nóg nógv álit á nøkrum øðrum, at tey skulu hava ábyrgdina av henni og blóðsukrinum, sigur Mai Simonsen og leggur afturat:
- Eg hevði eisini ynskt, at eg heldur ikki skuldi við henni hvørjaferð, men soleiðis má tað bara vera beint nú, sigur Mai Simonsen.
Í morgunsendingini greiddi hon frá, hvussu tað ávirkar alla familjuna, at dóttirin hevur diabetes. Eisini fortaldi forkvinnan í Diabetesfelagnum, May-Britt Skoradal, um tær avbjóðingarnar, sum foreldur at børnum og ungum við diabetes uppliva.